Úrslit frá HS stevnuni í gjár

Viðfestur er úrslitalistin frá svimjistevnuni í Havn í gjár, umframt úrslitafílur til hagtalsbrúk. Av frægastu úrslitum kunnu nevnast, at Turið S. Christiansen setti nýtt føroyskt juniormet í 200 bringu, við tíðini 2:41.42, og at suðuroyargenturnar Guðrun Mortensen, Tanja Skaalum, Erna Katrin Olsen og Helena Sævarsdóttir settu nýtt føroyskt juniormet í 4x50 frí, við tíðini 1:56.59. Óluva Jacobsen úr Ægir vann sær við tíðini 1:05.02 eina silvurnál í 100 frí, og Maria á Høvdanum úr sama felag eina bronsunál í 50 frí, við tíðini 35.84. Og hartil vann Lív Erlingsdóttir Eidesgaard sær eisini eina bronsunál í 50 frí, við tíðini 35.61.

CIMG2136

ViðfestiStødd
Urslit_HS_stevna_feb_2010.txt103.5 KB
Urslit_HS_stevna_feb_2010.html883.68 KB
RE100213.txt49.51 KB
Results_Torshavn_2010-02-13.lef175.59 KB

Viðmerkingar

Mynd: rokur

Ægir vann mest

Av heimasíðuni hjá Havnar Svimjifelag:

  • Ægir nr. 1 - 11 gull, 11 silvur og 10 bronsu
  • Susvim nr. 2 - 7 gull, 10 silvur og 6 bronsu
  • FS nr. 3 - 7 gull, 5 silvur og 4 bronsu
  • HS nr. 4 - 7 gull, 3 silvur og 9 bronsu
  • Flot nr. 5 - 3 gull, 5 silvur og 5 bronsu

http://havnarsvimjifelag.com/index.php?id=83