Tessan gevur vón um framtíð eisini uttan superdraktir

Svenska Therese Alshammar svam í gjár 50 firvald á langgeil uppá 25.60, einans eitt hálvt sekund aftanfyri heimsmetið hjá henni á 25.07. Hetta var á NSW Open Championships stevnuni í Avstralia, har eisini Leisel Jones imponeraði við at svimja 1:05.85 í 100 bringu, ið er minni enn 1 sekund verri enn hennara avstralska met á 1:05.09 frá 2006. Koreanski Tae Hwan Park vann 400 frí við tíðini 3:45.03, og svam síðani 100 frí í tíðini 49.45, har hansara koreanska met frá 2007 er 49.32. So hóast tey ikki seta met, eru tey ikki longri burtur frá gomlu metunum, enn at tað burdi verið møguligt at svomið harum, tá ið fyrst tey eru veruliga niðurtrappað. Les swiminfo.com

3 thoughts on “Tessan gevur vón um framtíð eisini uttan superdraktir”

  1. Mannfólk eru sum kunnugt harðari rakt av nýggju reglunum, av tí at teir ikki longur kunnu stramma bulin inn við drakt, men bara brúka buksir upp á nalvan og niður á knæ.

    Eitt dømi um støðuna er kanska at fleirfaldi OL-gullvinnarin í bringusvimjing, Kosuke Kitajima, við 1:01.11 kundi vinna 100 bringu á Missouri Grand Prix, frammanfyri Eric Shanteau sum var bringusvimjarin ið saman við Phelps og øðrum vann 4×100 blandað á HM í Rom í summar. Stevnumetið á Missiouri Grand Prix var 1:00.85 hjá Brendan Hansen, og besta tíð hjá Kitajima er 58.91. Tíðirnar 1:01.11 hjá Kitajima, 1:01.51 hjá Shanteau og 1:01.94 hjá Felipe Lima eru tær tríggjar bestu tíðirnar í heiminum í ár.

    Sjálvur var Kitajima eitt sindur skuffaður av tíðini, av tí at hann helt at hann kundi svimja undir 1 minutt.

    Les SwimInfo.com og SwimNews.com

    1. Og so meinar Kitajima at 200m verður betur, gyyd luck Kosuke sigi eg bara 😉
      Eg minnist ein italiumann frá EM í Istanbul sum ikki sá alt ov vælkoyrandi út í 200m tá ið draktin manglaði 😉

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.