Innbjóðing til HS stevnu 13. februar 2010

Viðfest er innbjóðing til svimjistevnu hjá Havnar Svimjifelag, leygardagin 13. februar 2010. Kappingin er fyri allar bólkar, frá seniorum og niður til bólk 4, og skipað soleiðis at suðuroyingar kunnu náa suður aftur við Smyrli leygarkvøldið kl 20:30. Fyrsti partur er leygarmorgun kl 09:00, við upphiting frá kl 07:30, og annar partur kl 14:00 við upphiting frá kl 13:00. Sum nakað serligt skipa tey fyri tunnusláðing í steðginum millum báðar partarnar, umframt at svimjararnir kunnu keypa sær døgverða á staðnum (karrybollar og rís, fyri 40 krónur). Tilmeldingar skulu sendast til Svend Åga í seinasta lagi fríggjadagin kl 15:00.

Ger viðmerking