Úrslit frá Suðuroyar Sparikassa stevnu í dag

Viðfestur er úrslitalistin frá Suðuroyar Sparikassa stevnuna í Vági í dag, umframt RE- og lef-fílur til hagtalsbrúk. Har vóru nógvar flottar tíðir í dag, so sum Eyðbjørn Joensen 4:17.04 í 400 frí, og sami Eyðbjørn 1500 frí uppá 16:56.38. Turið S. Christiansen og Tanja Skaalum høvdu ein øgiligan kamp í 100 bringu, har Turið við tíðini 1:17.53 varð éin hundraðpart frammanfyri Tanju. Róland Toftum vann sær bronsunál við tíðina 30:84 í 50 frí, og Victoria Biskopstø eisini bronsunál í 100 frí við tíðini 1:14.71. Og Cecilia Eysturdal setti juniormet í 800 frí, við tíðini 9:22.94.

Heiðursmerkjabýtið millum feløg:

  1. Susvim – 21 gull, 17 silvur, 12 bronsu
  2. Ægir – 8 gull, 9 silvur, 9 bronsu
  3. HS – 8 gull, 7 silvur, 5 bronsu
  4. Reki – 5 gull, 6 silvur, 6 bronsu
  5. FLOT – 2 gull, 1 silvur, 1 bronsu
  6. FS – einki heiðursmerki (bert 2 svimjarar við)

9 thoughts on “Úrslit frá Suðuroyar Sparikassa stevnu í dag”

      1. Les mín mail, I did ask you, tí eg haldi meg minnast at so var. Men halló, í dag var uttan superdragt, tað prógvar so bert at Thurið er super… ella what?

  1. Sum Rókur longu hevur peika á, so vóru nógvar flottar tíðir í dag.

    Eg gloymdi heilt at siga, at:
    Kristina Elin Thomsen, bólkur 2, Susvim
    Cecilia Eysturdal, bólkur 1, Ægir
    Eyðbjørn Joensen, bólkur 2, Susvim
    Magnus Jákupsson, bólkur, 1 HS
    Vunnu hvør sítt super flotta digital myndatól í dag. Hetta var fyri teirra 1. pláss í 800 & 1500m frí í dag. Tillukku øll 4.

    Hugaligt við 2 heilum riðlum í 1500m við sera góðum úrslitum. Og sera spennandi 800m hjá Ceciliu við hartil hoyrandi junior metið. Tillukku.

    Um tykur hava gloymt okkurt, so gev mær boð á 223357, so kemur “tað” kanska við til Havnar komandi vikuskiftið :o)

    Vónandi komu fólk heim í øllum góðum í kvøld. Takk fyri eina góða kapping.

    Jón B.

    1. Um okur samanlíkna 800 og 1500m frí frá kappingini í Vági í gjár við ranglistarnar í DK við sama aldur sum tey 4 sum vunnu í Vági hava, so er støðan hendan:

      Kristina Elin svam 800m frí uppá 10:29,56 – Nr.1 í DK árgang 1998 gentur hevur 10:46,61
      Cecilia svam 800m frí uppá 09:22,94 – Nr.1 í DK árgang 1996 gentur hevur 08:42,00 (Nr.3 hevur 09:22,65)
      Eyðbjørn svam 1500m frí uppá 16:56,38 – Nr.1 í DK árgang 1996 dreingir hevur 18:53,05
      Magnus svam 1500m frí uppá 17:19,03 – Nr.1 í DK árgang 1994 dreingir hevur 16:39,92 (Nr.3 hevur 17:06,51)

      Okur kunnu fara víðari, so síggja okur at Óli Mortensen sum gjørdist nr.2 í 1500m fyri dreingir árgang 1996 er væl skjótari enn nr.1 í DK, og tað sama er uttan iva galdandi fyri Alva Hjelm sum ikki svam 1500m í gjár. Altso hevur føroysk svimjing 3 árgang 1996 dreingir sum eru væl betur enn 3 teir bestu í DK, og hetta hóðast “distancestævner” er nakað sum kemur fyri so gott sum 4. hvørt vikuskifti í DK.
      Sigmund Mørkøre árgang 1995 liggur við sínum 3. plássi í bólki 1 sum nr.11 í DK, og spyr tú meg, so hevur Sigmund nógv eftur at geva av. Hetta var fyrsta kapping har eg av álvara havi uppliva at hann royndi seg við øllum hann hevði í 400m. Um hann ger tað í 1500m, so er ikki langt til Top’3 í DK sum er 17:36,61
      Sólrun Kjærbo gjørdist nr.2 í bólki 2 við 13:06,67 tað er betur enn nr.3 í DK árgang 1999 sum er 13:15,27

      So ikki kann sigast annað enn at føroyskir svimjarir eru væl fyri í longru teinunum, og nakrir kanska genetiskt væl egnaðir til at svimja langar teinar. Spurningurin er so bara um øll fáa høvi til at vísa seg frá sterkastu síðu, ella um nøkur líða undir at venjarin sær allar svimjarar sum 50m svimjarar.

      Eg veit ikki hvussu ofta eg havi hoyrt fólk tosa á kantinum um ein ella annan svimjara sum ikki svimur nakað serliga skjótt 50m “men hann/hon kann gera tað um aftur og um aftur” hetta siga tey uttan at síggja tað sum er so logiskt, og tí halda tey bara áfram at svimja “sprint” uttan nakað nevnisvert avrik.

      Persónliga meini eg at føroyingar sum heild eru eitt úthaldandi fólkaslag. Undantøk eru sjálvandi, men tað er enn trupult at fáa fólk at svimja teinar sum eru longri enn 200m, ja 100m er mangan tað longsta onkur roynur seg í, og tað er uttan iva spell fyri nøkur. Tað vóru bert 4 gentur sum royndi seg í 800m frí í gjár, so eg ivist ikki í at onkur føroysk genta í onkrum føroyskum svimjifelag enn ikki hevur roynt seg í hennara “genetisku sergrein”

      1. “og hetta hóðast “distancestævner” er nakað sum kemur fyri so gott sum 4. hvørt vikuskifti í DK”

        … kanska er hemmiligheitin hjá føroyingum netupp, at tað eru so langt millum sovorðin langteinatiltøk?

        *ducking*

        😉

        1. Og tað er bara gott. Bara tykur minnast til at greiða svimjarunum frá hvussu nógvar tímar teir spilla um vikuna við at venja nakað teir als ikki eru egnaðir til, Good luck 😉

  2. Okra egni Pætur Leo árg. 1997 svam seg til bronsunál í 400m frí tá ið hann svam 5:20,06. Tað fekk eg ikki við í gjár, sorry!

    TILLUKKU PÆTUR!!

Ger viðmerking