SSF vil tetta holið millum Oyggjaleikir

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Svimjisamband Føroya fer í summar at luttaka á “Swimming Championships of the Small States of Europe”, ið er evropeiska meistarastevnan fyri svimjitjóðir við færri enn 1 millión íbúgvum.

CIMG0276

Evropeiska meistarastevnan fyri smátjóðir er eitt tilboð til tær smærru svimjitjóðirnar í Evropa at kappast sínámillum eisini líka ár, har teir evropeisku leikirnir fyri smátjóðir eru ólíka ár. Føroyar kunnu ikki enn luttaka á hesum síðst nevndu “Games of the Small States of Europe”, sum annars út yvir svimjingina umfatar flestu ítróttargreinarnar, ið vit kenna frá Oyggjaleikum, av tí at luttøkan krevur olympiskan limaskap.

Tey svimjisambond, ið luttaka í “Games of the Small States of Europe” annaðhvørt ár hava tí avgjørt at hava eina svimjistevnu fyri allar smátjóðirnar í Evropa í millumárunum. Hetta merkir, at Svimjisamband Føroya, ið er fullgildigur limur í bæði evropeiska og altjóða svimjisambandinum verður boðið við. Eitt tilboð, ið sjálvsagt hóvar Svimjisambandinum væl, av tí at tað betrar um okkara grundgeving fyri olympiskum limaskapi, og hartil fellur á júst tey ár, tá ið Oyggjaleikir ikki eru.

progressión

Sostatt fær Svimjisambandið nú ein gyltan møguleika at minka um sveiggini millum ár við og uttan Oyggjaleikir, ið annars ávirkar svimjingina nógv, eins væl og so nógvan annan føroyskan ítrótt. Tí hóast tað við evropameistarastevnu og líknandi finnast ríkiligar og harðar avbjóðingar til úrmælingarnar, umframt nógvar altjóða stevnur til eisini tann meira breiða hópin, so hevur okkurt millumstig av eini meistarastevnu vantað til sonevnda Oyggjaleikahópin at venja miðvíst fram til tey ár, tá ið Oyggjaleikir ikki eru. Og tað má man siga, at tað verður nú, tá ið tey fáa møguleika fyri at vinna sær heiti sum bæði “Champion of the Small States of Europe”, og “Junior Champion of the Small States of Europe”.

Luttakarar á smátjóðaleikunum eru í løtuni: Andorra, Kýpros, Ísland, Liktinstein, Luksemborg, Malta, Monako, Montenegro og San Marino. Av hesum hava serliga Ísland, Kýpros og Luksemborg vunnið heiðursmerki á leikunum. Ítróttagreinarnar eru til dømis: frælsur ítróttur, fimleikur, judo, skjóting, borðtennis, flogbóltur og svimjing. Smátjóðaleikirnir hava verið annaðhvørt ár síðani 1985, undir leiðslu av Olympisku nevndunum hjá hesum londum.

Evropeiska svimjistevnan fyri smátjóðir var fyri fyrstu ferð í Luksemborg í 2008, sum partur av Open Luxembourg Championships. Vertstjóðin Luksemborg vann klárt flest heiðursmerki og steypið fyri lið, frammanfyri Malta, San Marino, Kýpros, Andorra, Gibraltar og Montenegro. Ísland luttók ikki á fyrstu stevnuni, men verður vertstjóð nú á næstu, sum verður í Hafnarfirði hin 12. til 13. juni 2010. Svimjistevnan er undir leiðslu av teimum luttakandi limalondunum, íroknað Gibraltar og nú framyvir Føroyar, hóast vit sum kunnugt ikki enn hava olympiskan limaskap.

Innbjóðing til svimjistevnuna í ár kann finnast á heimasíðuni hjá Sundfélag Hafnarfjarðar: http://www.sh.is/id/1000129.

Ætlanin hjá Svimjisambandinum er at senda ein hóp til Íslands, sum minnir um hópin, ið vanliga verður sendur til Oyggjaleikir. Tað vil siga, at krøvini verða rættiliga hørð til at sleppa á liðið, um enn ikki heilt so hørð sum til evropeisku meistarastevnu og heimsmeistarastevnu. Evstamark fyri úttøku verður á føroysku meistarastevnuni hin 14. til 16. mai 2010, umleið ein mánað fyri “Small States” stevnuna.

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur í Jákupsstovu, næstformaður

4 thoughts on “SSF vil tetta holið millum Oyggjaleikir”

  1. Eg havi her omanfyri viðfest úrslitalistar frá fyrstu “Swimming Championships of the Small States of Europe”, sum var í Luxembourg í 2008. Fekk fatur á teimum frá íslendsku fyriskiparunum av næstu, við hesum viðmerkingum:

    OLN-Open Luxembourg Nationals with all detailed results
    SCSSE: All results just for the Small States of Europe; in the second half of the document you‘ll find the junior results as well. If there are club names mentioned: these were all swimming for Luxembourg.
    SCSSE team trophy: the results with two swimmers per country, one team for the relays

    Úrslitalistin sæst eisini á SwimRankings:
    http://www.swimrankings.net/index.php?page=meetDetail&meetId=14733640

  2. Onkur kemur nú við uppskoti um at kalla hetta fyri ‘smálandakapping’… ið øllum førum heldur enn hatta har langa enska.

    Sjálvur havi eg tað eitt sindur trupult við heitinum “meistarastevna fyri smátjóðir”; tí sovorðið ljóðar nærmast sum “meistarastevna fyri lummatjóvar”, fyri ein illa bendandi havnarmann sum meg 🙂

    Hvat siga tit? Har eru tvey heiti at skula finna: Eitt fyri leikirnar sum umfata annað enn svimjing, og eitt fyri stevnuna sum bara er svimjing.

    “Evropeisku smálandaleikirnir” og “Evropeiska smálandastevnan í svimjing”?

    Hmm, ljóðar sum okkurt sum fyrigongur seg hjá Emil í Lønnebergi og teimum í Småland í Svøríki.

    “Evropeisku leikirnir fyri smátjóðir” og “Evropeiska (svimji)meistarastevnan fyri smátjóðir?

Leave a Reply to TresholdCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.