FINA hevur dagført sín lista yvir góðkendar svimjidraktir, ið nú millum annað eisini umfatar draktir frá Adidas og Jaked. SwimNews.com veit at siga, at Jaked draktirnar í fyrstu atløgu vórðu avvístar, av tí at tær høvdu eitt lag uttaná tekstilini, sum betraði um flótievnini hjá draktunum.