Nú eru bara 4 eftir av teimum 12 frá Álandi

Ægir listar upp her á aegirsvim.fo, hvussu nógvir av okkara bestu svimjarum ið eru givnir bara síðani seinastu Oyggjaleikir. Mær dámar ikki at avskriva fólk, einans tí at tey ikki eru 100% seriøs beint nú; men støðan er altso eftir øllum at døma at Shaila, Mona, Guðrun, Bjørg, Andrass og Kári eru ivasom, umframt at Malan og Katarina eru skaddar. Um vit fara aftur til Oyggjaleikir á Rhodos, so eru bara Pál og Pauli eftir, meðan Poula og Birita komu afturat til Oyggjaleikir á Álandi. Og um vit fara líka aftur til Oyggjaleikir í Hetlandi í 2005, so er eingin eftir. Elspa Mørkøre er eftir øllum at døma eisini givin, sum ein av tveimum svimjarum ið veruliga settu Føroyar á heimskortið. Í stuttum ein skrekkilig støða, har okkara seniorhópur er so lítil, at tað er rímiliga líkatil at meta um hópin til EM í Budapest, nú aldursmarkið har er 15 ár hjá gentum og 17 hjá dreingum.

3 thoughts on “Nú eru bara 4 eftir av teimum 12 frá Álandi”

  1. Onkursvegna havi eg skrivað ov fá heiðursmerkju til Kára í filminum. Hann fekk 1 gull, 4 silvur og 1 bronsu, men Rókur loyvir mær ikki at broyta filmin 🙂 Eisini gjørdi eg eitt brot, har Hestoy skeldaði dómarnar, men tað bleiv gloymt á klippiborðinum.

Leave a Reply to bartalCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.