Avstralski høvuðsvenjarin farin frá

Alan Thompson fer nú frá sum “General Manager of High Performance and Head Coach of the Australian Swim Team”, ikki vegna ákæruna um siðamisbrot, sum hevði viðført at hann var farin í farloyvi, men tí at hann ikki kann ganga við til hansara uppgáva nú skal býtast sundur í tvey, har ein verður “Head Coach” og ein annar verður “General Manager of High Performance”. Nýggjur høvuðsvenjari verður Leigh Nugent, og David Crocker verður so fyribils “General Manager for High Performance”. Les swimnews.com

7 thoughts on “Avstralski høvuðsvenjarin farin frá”

  1. Rókur skrivar:
    ikki vegna ákæruna um siðamisbrot, sum hevði viðført at hann var farin í farloyvi

    Hetta skilji eg als ikki Rókur, hann er altso ongantíð ákærdur fyri siðamisbrot. Vís mær hvar tú finnur eina álítandi keldu har tað stendur?????

    Tá ið fólk samanbera Terry Buck og Alan Thompson, so gera tey feilir sum tíverri kosta honum (Thompson) óhugnaliga nógv. Tað er ræðandi at fólk kunnu “fabrikera” ákærur og tveita um seg við orðum sum einki hava við veruleikan at gera.

    Frá SA.
    The allegation against Thompson is not a criminal matter and does not involve assault

    Eg prátaði sera nógv við Greg Towlie (landsliðsvenjari í Open Water í AUS) tá ið okur vóru í Potsdam. Greg og Alan eru vinir. Vandi er fyri, at um Thompson vil, so ruinerar hann Swimming Australia fyri amatørisligan máta at handfara eina anonyma keldu sum eingin nakrantí hoyrdi aftur frá. Hatta er alt “heit luft” som Greg greiddi frá. Onkur í Swimming Australia er komin til at siga ov nógv, og tað er næstan einki, tí einki skal vera í hesum málinum. Men navnið Alan Thompson er nú hongt út av einari klovn sum tosaði um Thompson og Buck sum vóra tað sami persónur og Swimming Australia bíðar nú kanska bert eftir einari rættarsak. Tíverri fyri Australian Swimming, eina rættarsak sum Alan vinnur, og gott fyri hann hóðast hansara navn enn er, og altíð vil vera “sverta til”. Australian Swimming hevur als ikki økonomi beint nú til at “yvirliva” eina bót í milliónklassa. But there you go.

    Ája, hesir miðlarnar!!!

    ABS Sports í AUS skrivar:
    Editor’s Note (December 7): An earlier version of this story included a quote from Mr Neil that was taken out of context.

    Hvat var tað? og hvussu stóran skaða gjørdi handan skeiva “quote” frá harra Neil?

    1. Tað finnast óivað nógvar keldur a la Ekstra Bladet, men Reuters er mær vitandi ikki ein av teimum:

      Thompson took leave from his job in December after a claim of “inappropriate behavior” against him was reported to Swimming Australia by an anonymous source through local media.

      The claim is under investigation.

      http://www.reuters.com/article/idUSTRE60S0YD20100129

      Eg havi leitað eitt sindur á netinum, og finni eina rúgvu av avísgreinum um hesa kanning av “inappropriate behavior” og/ella “misconduct”, umfatandi serliga avstralsk bløð sum “The Australian“, “The Canberra Times“, “The Herald Sun“, “The Daily Telegraph” og “The Sydney Morning Herald

      Og so kemur tann kritiski spurningurin: Skal eg tiga hatta burtur, bara tí at eg her í Føroyum siti og haldi at maðurin nokk er óskyldugur? Eg sum helt at Pantani ikki hevði dopað seg?

      Nei, hatta er sovorðið sum man virkuliga kemur út at skíta av, um man velur at lata verða við at nevna tað, og so fær spurningin einaferð tá ið maðurin møguliga er dømdur. Hatta er opinbart ein partur av hesari søgu hjá øllum, og tí eisini hjá mær.

      At avstralska svimjisambandið hevur handfarið hetta illa, og at tað er eitt forferdiligt karaktermorð um maðurin er óskyldugur… tað kunnu vit skjótt blíva samdir um. Vit liva jú við hasum allatíð, sum venjarar, at tað skal ikki meira enn ein forvirrað sál til at sora alt sundur.

      1. Hann er ikki ákærdur. Har er ein kanning sett í verk, men eingin ákæra.

        Men miðlarnar handfara málið sum um tað bert er ein spurningur um nær hann verður dømdur.

        SA hevði IKKI bjóða honum starvi aftur um har var nakað ullunt í málinum. No way.

        Fyri meg virkar tað sum um tú longu hevur avgjørt at hann er sekur í onkrum ræðuligum.

        SA hevur longu boða frá, at tað ikki er nakað kriminelt. Men sjálvandi eftir at fólk fóru í sjálvsving við ymiskum teorium. Og tað tí at SA koksaði við at koma fram við báðum málum um tveir heilt ymiskar venjarar, har annar er deyður fyri langari tíð síðan. Um ein lesur hasar ymisku greinarnar, so sær ein skjótt, at teir bara kopiera hvønn annan.

        Eg fekk at vita, at eingin svimjari er innblandaður í kanningini, tað er ímillum Thompson og ein vaksnan persón innan AS. Trupuleikin var bara, at hesin persónur ikki finnist. Ella vil ikki finnast.

        Kunnu okur blíva einigur í, at The claim is under investigation og ikki Alan Thompson, og at hann als ikki er ákærdur fyri nakað av nøkrum mynduleika?

        Tí tað er ein himmalvíður munur á einaru almennari ákæru av einum persóni og einari kanning av einari ákæru.

        1. “Fyri meg virkar tað sum um tú longu hevur avgjørt at hann er sekur í onkrum ræðuligum.”

          Alright, I’ll play with you: Royn at skriva hasa greinina um Alan Thompson, uttan yvirhøvur at nevna fyrru episoduna. Fyristilla tær so at onkur fylgir so mikið væl við, at viðkomandi hevur frætt um fyrru søguna (frá mær ella frá onkrum øðrum… hon stóð allastaðni, tá í desember. Hvat hugsa fólk so, nú hann fer frá? At tað er vegna ósemju um hvussu hansara arbeiði skal býtast? Nei, tá kemur svínhundurin væl í tey flestu, at tað kann vera at hatta er tað sum verður skrivað, men at veruleikin er at hann er farin frá vegna tað sum ikki verður nevnt.

          Tað komiska er jú at tað sum eg skrivi, er at hetta ikki er vegna hina ákæruna. Um eg meini rættarliga ákæru ella bara ákæru frá einum ónevndum persóni er væl eitt sindur líka mikið, tí eg royni jú her faktiskt bara at siga, at tað ikki hevur nakað við hina gomlu søguna at gera.

          Vit kunnu royna tað við einum øðrum vinkli. Eg síggi hesa greinina á SwimNews, og meti at tað hevur nokk áhuga fyri tey flestu svimjiáhugaði, at australski høvuðsvenjarin er farin frá vegna ósemju við sítt svimjisamband. Fyrsti tanki hjá mær, áðrenn eg yvirhøvur havi lisið greinina lidna, er “uha, man hetta hava nakað við hitt at gera?”, sum eg ørminnist frá í desember. Right, eg finni so skjótt útav at tað ikki hevur nakað við hitt at gera, og skal so til at skriva eina grein her. Skal eg tá pilka hendan partin burtur úr, hóast tað var fyrsta sum fall mær inn, tí at eg av einhvørjari orsøk vil verja Thompson? Hvat sigur tað um meg, um greinin her verður tann fyrsta og kanska einasta sum ikki nevnir ‘hina’ episoduna? Tað skal jú bara éitt klikk til at uppdaga at eg goymi okkurt, so leingi sum eg vísi til kelduna.

          Eg kenni ikki handan mannin, og trúgvi heldur ikki at eg hevði dugað at lisið hann av, um hann hevði gjørt okkurt sovorðið. Eg havi spekulerað uppá um eg burdi hildið sovorðnar søgur vekk frá hesari heimasíðu, við tað at tær eru so neiligar, óbehagiligar og skaðandi fyri ítróttin, umframt at ‘eisini børn lesa hesa síðu’. Men eg veit ikki… nú sovorðið í heilum vísur seg at henda runt um, so er tað væl ikki av vegnum at nevna tað viðhvørt, so at fólk minnast til at ansa eftir. Hin fyrra søgan hevði jú nakrar ótrúliga góðar leiðireglur, frá hasum Tony Austin á scaq.blogspot.com, ið vardu bæði tey sum kundu risikerað at verið fyri siðamisbroti, og tey sum kundu risikerað at verið ákærd fyri siðamisbrot.

          Alright, kanska er “ákæra” eitt hart orð, um man hugsar sum ein sakførari ella ein løgreglumaður. Men tað er jú eitt rímiliga vanligt orð, til at lýsa at onkur sigur at onkur annar hevur gjørt okkurt. “Pástandur” hevur ein klang sum um at eg ikki trúgvi uppá søguna, og “uppáhald” dugi eg illa nokk at brúka.

          So for the record, og ífall at nakar enn ivast: Eg áni ikki hvør hasin maðurin er, ella um nakað hald er í søguni. Eg áni heldur ikki nakað um at tað ikki skuldi verið nakað hald í søguni. Tað besta eg kann siga um hesa søguna, er at har nokk kemur ein niðurstøða einaferð, og at eg tá so avgjørt ætli mær at nevna hana eisini, her, líka mikið um hon dømir ella fríkennir Thompson.

          Og eg krossi fingrar fyri at Thompson er ósekur og verður fríkendur, við tað at vit tá hava eitt erkadømi uppá klassisku horror-søguna hjá venjarum: At verða krossfestur av øllum fyri ein pástand frá éinum, bara tí at eingin annar fekk upp í lag at vera um teg og viðkomandi. Hvussu ofta verða vit ikki settir í støðuna, at skula koyra onkran svimjara heim ella fara til svimjistevnu sum einsamallur vaksin, tí tað av einhvørjari orsøk ikki liggur fyri hjá nøkrum øðrum at hjálpa til?

          Hasa søguna skal eg nokk fara at rabla um, tá ið maðurin ein dag er frídømdur.

          1. Ger teg bara kláran til at rabla 😉

            Og eg vil enn siga, at hendan greinin hjá tær er sera misvísandi, tí hann er onkantíð ákærdur fyri siðamisbrot.
            Og tó byrjar tú við at siga soleiðis: Alan Thompson fer nú frá sum “General Manager of High Performance and Head Coach of the Australian Swim Team”, ikki vegna ákæruna um siðamisbrot, sum hevði viðført at hann var farin í farloyvi

            “Alleged” = pástandurin um “misconduct” síggja ikki út til at halda vatn (fyri at halda tað í rætta elementinum)
            Sambart The Daily Telegraph, so er Alan Thompson sum onkur pástendur skal hava uppført seg óhóskandi til eina venjara clinic í 2007, farin frá tí hann ikki einast við SA, og serliga SA chief executive Kevin Neil.

            Swimming Queensland boss Kevin Hasemann sigur soleiðis við The Australian

            “Alan is a proud man whose reputation is without stain. He has passionately discharged his responsibilities as head coach of the Australian swimming team with great success and, most importantly, without the slightest question mark over his character. Given the circumstances, Alan simply doesn’t deserve to have been placed in a position where his mental health must surely be under serious assault.”

            Nicole Jeffery frá The Australian heldur á fram við at skriva:
            Swimming Australia staff had not planned to announce an inquiry into Thompson’s behaviour on the day that the Buck allegations were raised, but felt obliged to respond after news of the inquiry was leaked to a television network. There is suspicion within the swimming community that the leak was timed to damage Thompson’s standing.

            Altso er niðurstøðan um nakrar dagar/vikur sikkurt hendan: Kevin Neil hevur fingi “hjálp” í maktkampinum ímóti Thompson við hesum karaktermorði av tí venjara sum gav AS besta úrslit til OL nakrantíð.

            And for the record. AS hevur arbeitt við at splitta starvi hjá Thompson upp í langa tíð, hetta er ikki nýggjheitir.

            Eftur stendur:

            A media release from Swimming Australia claimed his departure was related to a disagreement over a “restructure” of team management.
            The Daily Telegraph understands it comes amid divisions in the sport over the inquiry by Louise Donohoe SC.

            Swimming Australia pre-empted her report in a glowing press release about Thompson’s achievements, saying “the investigation is continuing and at this stage it appears that the original claim of inappropriate behaviour involving Alan Thompson will not be proven”

            “will not be proven” I wonder why…

    2. Thompson, who has been on a leave of absence from his position since an investigation began in December into allegations of inappropriate behavior
      http://www.swimmingworldmagazine.com/lane9/news/23224.asp?q=Alan%20Thompson%20Steps%20Down%20from%20Swimming%20Australia

      Og hann sjálvur á SQAC, sum er totalt anti-SwimNews, heldur eftir øllum at døma líka lítið um Thompson:

      Thompson should not have been such a “baby” in public about this decision, especially while he is still under investigation for alleged inappropriate behavior.
      http://www.swimmingworldmagazine.com/lane9/news/23224.asp?q=Alan%20Thompson%20Steps%20Down%20from%20Swimming%20Australia

Ger viðmerking