Innbjóðing til Suðuroyar Sparikassa stevnu

Sum lýst í viðfestu innbjóðing, bjóðar Suðuroyar Svimjifelag til svimjistevnu í Vági tann 6. februar 2010, fyri bólkar 1 til 4. Stevnan byrjar tíðliga leygarmorgun, og endar so soleiðis at øll norðanfjørð sleppa av aftur oynni leygardagin. Sum nakað serligt skipar SuSvim fyri “Pál Joensen Invitational” kapping í 800 og 1500 frí, fyri eldru bólkarnar 1 og 2, har gáva verður latin skjótasta svimjara. “Tykur kunnu gita hvør handar gávurnar”.

4 thoughts on “Innbjóðing til Suðuroyar Sparikassa stevnu”

  1. Halló tykur.

    Svar til spurning yvir tlf:

    Tá ið eg veit hvussu nógvar tilmeldingar eru, tá kann eg siga uml. nær og hvussu long pausan er leygardagin.

    Vinarliga
    Jón B.

  2. Ítróttarhandilin Duett í Vági hevur útsølu av Arena svimjiklæðum, venjingarútgerð, hettum og brillum í skúlanum tá ið kappingin er. Vantandi verður útsølan í Auluni í skúlanum har okur vanliga eta døgura tá ið kapping er.
    Umframt svimjiklæðir eru T-shirts og shorts av merkinum Hummel til sølu.
    Tað er sera stórur avsláttur á øllum vørum tí handilin lukkar.

  3. “Pál Joensen invitational” er ein máti at finna tann svimjaran sum er best egnaður til langar teinar.

    Um ein hevur serlig evnir sum ger at ein orkar betur enn onnur, men aldrin roynir seg í longru teinunum, so ber altso ikki til at fáa fulla úrtøku úr sínum evnum. So verður ein bert éin av einari longu alt ov stórari mongd av svimjarum sum roynur seg umaftur og umaftur í stuttun sprint teinum uttan at fáa nakað nevnisvert burturúr.

    Okur vilja bjóða teimun evnaríku vinnarunum okkurt serligt fyri at økja um áhugan fyri teimun longru teinunum.
    P/F Leif Mohr (LM Handilin) stuðlar 800 & 1500m frí til hesa kapping við sera flottum gávum.

Leave a Reply to TresholdCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.