Szepesi dopingdømd tí hon ófráboðað byrjaði at kappast aftur

Ungarska Nikolett Szepesi gavst eftir EM í Rijeka í 2008, og slapp tí eisini undan teimum sonevndu “whereabouts” reglunum. Hesar reglur áseta, at topp-ítróttarfólk allatíð skulu fráboða hvar tey eru, so at antidopingfólk kunnu finna tey og testa tey. Men so møtti hon allíkavæl upp til EM í Istanbul í desember, uttan fyrst at fráboða at hon var byrjað aftur. Og fyri hetta fekk hon altso dopingdóm í eitt ár, við byrjan frá 22. januar 2009, ið merkir at hon millum annað ikki fær luttikið á EM heima í Budapest í summar. Les swimnews.com

Ger viðmerking