FINA ásett kravtíðir til HM í Shanghai 2011 (!)

Sum tit kunnu síggja í viðfesta skrivi frá FINA, so hava tey nú ásett kravtíðir til heimsmeistarastevnuna á langgeil í Shanghai í 2011, sum skulu klárast á serliga góðkendum stevnum, millum 1. mars 2010 og 30. juni 2011.

Kravtíðirnar eru skipaðar í “A” og “B” kravtíðir, har “A” kravtíðin er galdandi um svimjisambandið meldar tveir svimjarar til viðkomandi kappingargrein, meðan tann eitt sindur lættari “B” kravtíðin er galdandi um man bara meldar éin svimjara til hvørja grein. Tað ber eisini til at melda éin svimjara av hvørjum kyni til HM uttan at viðkomandi hevur klárað nakra kravtíð, um svimjisambandið ikki meldar nakran annan svimjara av sama kyni til HM svimjistevnuna yvirhøvur. Men tá skal viðkomandi hóast alt hava luttikið á síni heimligu meistarastevnu, sum í okkara føri er føroyska meistarastevnan (á langgeil? 🙂

Kravtíðirnar skulu sum sagt klárast millum 1. mars 2010 og 30. juni 2011, báðir dagar íroknaðir. Og tað skal gerast á serligum “qualifying events”, sum eru “Continental Championships 2010 and 2011”, “International Competitions, to be approved in advance by FINA”, ella “National Competitions, to be approved in advance by FINA”. Altso á til dømis evropeisku meistarastevuni á langgeil, ella onkrari aðrari stórari altjóða langgeilastevnu. Møguliga á donsku meistarastevnuni á langgeil, um danir søkja um góðkenning, og hon verður góðkend av FINA. Vit kunnu nokk rokna við, at kravtíðir til HM á langgeil hervið skulu klárast á langgeil (!).

Alt hetta hevur sjálvsagt stóran týdning fyri okkum, og kemur mest sannlíkt at krevja tillagingar í okkara kravtíðarskipan. Svimjisambandið hevur jú sum kunnugt longu ásett kravtíðir til HM í 2011, sum tó nú ikki altíð síggja út til at kunna røkka, og sum hartil nú mugu klárast á nøkrum útvaldum stevnum, í einum tíðarskeiði sum ikki heilt samsvarar við tað sum SSF ásetti. Hetta er sjálvsagt óheppi, men kemst av at vitanin um kravtíðarskipanina hjá FINA ikki var tøk, tá ið SSF gjørdi sína.

Kravtíðir hjá kvinnum

FINA A krav
(2 tilmeldingar)
FINA B krav
(1 tilmelding)
SSF krav
(max 2 tilm.)
50 frí 0:25:43 0:26.06 0:25.67
100 frí 0:55.24 0:56.60 0:56.64
200 frí 1:59.29 2:02.24 2:03.73
400 frí 4:11.26 4:17.64 4:17.65
800 frí 8:35.98 8:48.70 8:52.01
1500 frí 16:41.49 17:10.88 17:02.52
50 rygg 0:29.07 0:29.80 0:29.19
100 rygg 1:01.70 1:03.22 1:03.00
200 rygg 2:12.73 2:16.01 2:15.24
50 bringa 0:31.52 0:32.31 0:32.27
100 bringa 1:09.01 1:10.72 1:10.35
200 bringa 2:28.21 2:31.87 2:31.91
50 firvald 0:26.68 0:27.35 0:27.37
100 firvald 0:59.35 1:00.82 1:00.84
200 firvald 2:10.84 2:14.07 2:12.98
200 blandað 2:15.27 2:18.57 2:16.38
400 blandað 4:45.08 4:52.11 4:51.35

Kravtíðir hjá monnum

FINA A krav
(2 tilmeldingar)
FINA B krav
(1 tilmelding)
SSF krav
(max 2 tilm.)
50 frí 0:22.35 0:22.90 0:22.74
100 frí 0:49.23 0:50.44 0:50.56
200 frí 1:48.72 1:51.40 1:51.17
400 frí 3:49.96 3:55.63 3:56.84
800 frí 8:10.26 8:37.52 8:14.25
1500 frí 15:13.16 15:35.67 15:48.92
50 rygg 0:25.34 0:25.98 0:26.04
100 rygg 0:55.14 0:56.50 0:56.32
200 rygg 1:59.72 2:02.67 2:01.79
50 bringa 0:27.63 0:28.32 0:28.74
100 bringa 1:01.57 1:03.08 1:03.08
200 bringa 2:13.69 2:16.99 2:16.75
50 firvald 0:23.73 0:24.32 0:24.48
100 firvald 0:52.86 0:54.16 0:53.94
200 firvald 1:57.67 2:00.57 2:01.25
200 blandað 2:01.40 2:04.39 2:03.44
400 blandað 4:18.40 4:24.77 4:24.69

Einki krav er ásett til stafettir, annað enn at vit bara mugu melda eitt lið til hvørja grein. Men tað er nokk ringt at fyristilla sær, at nakar fer at misbrúka tann møguleikan, at sleppa at fáa fleiri svimjarar við til HM.

2 thoughts on “FINA ásett kravtíðir til HM í Shanghai 2011 (!)”

Ger viðmerking