Føroyingar 18 ferðir í finalu í dag

Turið S. Christiansen setti enn eitt juniormet í morgun, tá ið hon í 100 bringu svam teinin uppá 1:19.20, og saman við 12 ára gomlu Tanju Skaalum kvalifiseraði seg til A-finaluna á Reykjavík International Games, seinnapartin. Ungu føroyingarnir hava til nú vunnið 10 gull, 16 silvur og 10 bronsu í juniorkappingini, umframt 2 silvur og 1 bronsu í seniorkappingini.

RIG031

Føroyska luttøkan í finalum í dag:

  • 50 rygg: Birita Debes og Poula Ø. Mohr
  • 50 bringa: Pauli Ø. Mohr, Bjarni M. Petersen og Óli Mortensen
  • 50 firvald: Astrið Foldarskarð
  • 50 frí: Pauli Ø. Mohr, Magnus Jákupsson og Bjarni M. Petersen
  • 400 frí: Monika Biskopstø
  • 200 rygg: Birita Debes
  • 100 rygg: Magnus Jákupsson
  • 100 bringu: Turið S. Christiansen og Tanja Skaalum
  • 200 firvald: Monika Biskopstø
  • 100 frí: Poula Ø. Mohr, Birita Debes og Monika Biskopstø

Til ber at fylgja við tíðunum beinleiðis á www.svimjing.com/live, har eisini nøkur smá videobrot eru frá svimjistevnuni í Íslandi.

Føroyska ungdómslandsliðið heilsar úr Íslandi, at tað gongur bara væl í kappingini, hóast tey eru sera móð. Tey hava sum kunnugt verið á venjingarlegu síðani fríggjadagin 9. januar, og svumu har tilsamans millum 66,6 og 78,3 kilometrar, upp undir sjálva svimjistevnuna.

Men hørð venjing gevur úrslit: Til nú hava ungu føroyingarnir sett 3 føroysk met og 9 juniormet, umframt at tey saman við restina av føroyska hópinum hava kvalifiserað seg til 19 A-finalur og 16 B-finalur, við omanfyri nevndu heiðursmerkjum sum úrslit. Nú seinnapartin kl 16:30 fáa tey so aftur møguleika at vinna heiðursmerki, og seta met.

Eitt samlað yvirlit yvir føroysku luttøkuni á RIG 2010 sæst her:
https://spreadsheets.google.com/ccc?key=0AokY2dEDfECkdG5NZjltTHNaZVRfTTVUbkZ5cGRrX3c&hl=en

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur í Jákupsstovu

One thought on “Føroyingar 18 ferðir í finalu í dag”

Ger viðmerking