Ungi Magnus Jákupsson nýtt føroyskt met í 400 blandað

MagnusTíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Fyrsti dagurin á Reykjavíkar International Games er liðugur og gjørdist føroysku úrslitini sera góð. Okkara svimjarar komu víðari í 15 finalum, herav 8 A-finalum.

Finaluplássini gjørdist hesi:

  • Astrid Foldarskarð, B-finalu í 50 firvald við tíðini 0:31.32.
  • Birita Debes, A-finalu í 50 rygg við tíðini 0:31.69 og B-finalu í 50 frí við tíðini 0:29.39.
  • Bjarni M. Petersen, B-finalu í 50 bringu við tíðini 0:34.45.
  • Eva Tryggvadóttir, B-finalu í 50 bringu við tíðini 0:38.04.
  • Jóhann Heðinsson, B-finalu í 50 firvald við tíðini 0:28.23.
  • Magnus Jákupsson, A-finalu í 50 rygg við tíðini 0:28.97 og A-finalu í 400 blandað við tíðini 5:02.44 og nýtt føroyskt met.
  • Óli Mortensen, B-finalu í 50 bringu við tíðini 0:35.36.
  • Pauli Ø. Mohr, B-finalu í 50 bringu við tíðini 0:33.83 og A-finalu í 50 frí við tíðini 0:25.54.
  • Poula Ø. Mohr, A-finalu í 50 rygg við tíðini 0:32.98 og A-finalu í 50 frí við tíðini 0:29.13.
  • Tanja Skaalum, A-finala í 50 bringu við tíðini 0:37.06.
  • Turið S. Christiansen, A-finala í 400 blandað við tíðini 5:31.21 og B-finala í 50 bringu við tíðini 0:37.14.

Føroyskt met til svimjara undir junioraldur

Í 400 blandað sett ein av ungu svimjarunum úr Havnar Svimjifelag, Magnus Jákupsson, nýtt føroyskt met í 400 blandaðari svimjing í 50 metra hyli. Sjálvandi er hetta bragd eisini juniormet. Magnus er føddur í 1994 og er hevur enn ikki aldur sum junior. Magnus hevur verið á venjingarlegu í Reykjavík við unglingalandsliðnum síðani 8. januar. Tað verður spennandi at síggja um hann klárar at svimja eina enn betri tíð í finaluni.

Reykjavík International Games halda fram leygardagin og sunnudagin.

Fleiri upplýsingar á www.svimjing.com og www.svimjing.com/live, umframt á heimasíðum hjá Svimjisambandinum og føroyskum svimjifeløgum: www.ssf.fo, www.fsvim.com, www.hs.fo, www.susvim.com, www.aegirsvim.com. Heimasíðan hjá Reykjavík International er www.rig.is, men tað stendur meira um sjálva svimjistevnuna á heimasíðuni hjá vertsfelagnum Ægir, www.aegir.is.

Live úrslit frá svimjistevnuni síggjast her:
http://www.sfaegir.xtreemhost.com/rig2010/

6 thoughts on “Ungi Magnus Jákupsson nýtt føroyskt met í 400 blandað”

  1. So vítt eg dugi at síggja, so setti Birita Debes eisini føroyskt juniormet í 50 rygg, við tíðini 31.69, har hennara juniormet frá heimsmeistarastevnuni í Rom í fjør summar var 32.27. Flott svomið av rituvíksgentuni !

  2. Magnus kláraði vist nokk eisini at svimja seg í A-finalu í 50 frí, við tíðini 26.03, og Bjarni at svimja seg í B-finalu í 50 frí, við tíðini 26.31.

      1. Í hasum Google Docs yvirlitinum kom eg at skriva, at Magnus og Turið vóru víðari til A-finalu í 400 blandað. Men hatta var beinleiðis finala í akkurát hasum greinum, so tað er altso yvirstaðið. No more 400 IM á Reykjavík International 2010 🙂

  3. Turið S. Christiansen 2:47.76 í innleiðandi 200m bringu, tað er føroyskt senior og junior met.
    Kanska enn betur í finaluni í kvøld?

    Gott at síggja at bringusvimjingin ikki er vekk nú Katarina og Malan ikki eru í hylinum.

    Tillukku Turið 😉

Ger viðmerking