Nú um vikuskiftið verður stór altjóða svimjistevna í Reykjavík, har millum annað 43 føroyskir svimjarar luttaka. Hetta verður ein avbjóðandi svimjistevna, har tey skulu kappast ímóti flestu av teimum bestu íslendsku svimjarunum, umframt einum norskum landsliði við sjálvum Alexander Dale Oen á odda. Men tó smæðast føroyingarnir ikki burtur, nú okkara unga lið er styrkismett til at kunna taka 1 gull, 4 silvur og 2 bronsu í seniorbólkinum, og sikkurt eina rúgvu eisini í juniorbólkinum.
[Myndatekstur: Landsliðshópurin Reykjavík International 2010. Standandi frá vinstru: Karina Petersen, Sofus Bech, Magnus Jákupsson, Cecilia Eysturdal, Heðin L. Olsen, Guðrun Mortensen, Jóhann Heðinsson, Turið S. Christiansen, Tanja Skaalum, Bjarni M. Petersen, Jonna B. Thomsen, Sonni Eliasen. Húkandi frá vinstru: Jóhanna Egholm, Birita Debes, Poula Ø. Mohr, Astrið Foldarskarð. Monika Biskopstø og Helena Sævarsdóttir vænta á myndini.]
Av íslendskum svimjarum kunnu nevnast Jakob Jóhann Sveinsson, sum í november gjørdist íslandsmeistari í 200 bringu við heimsklassatíðini 2:07.75, og sum síðani var ein av størstu profilum í landsdystinum ímóti Føroyum. Hartil 5 av 6 íslendskum luttakarum á evropeisku meistarastevnuni í Istanbul í desember, 10 av 11 luttakarum á norðurlendsku juniormeistarastevnuni í Bergen, og 15 av teimum 16 sum kappaðust ímóti Føroyum í Tórshavn í november.
Alexander Dale Oen er norskur bringusvimjari, sum vann silvur í 100 bringu á OL í Beijing í 2008, umframt at gerast evropameistari í 100 bringu á EM í Eindhoven tað árið. Alexander er ein av teimum fáu sum í 2009 valdu at svimja uttan hesar tiltiknu 'superdraktir', og rakk tað kanska netupp tí ikki somu tindar í 2009, sum í 2008. Men serfrøðingar meta at hann er ein av teimum, sum veruliga kann fara at gera um seg aftur, nú hesar superdraktir eru vekk.
Hóast allar hesar profilar, so eru okkara svimjarar til tíðir menntir at sníkja seg upp í millum teir bestu av teimum, á styrkismetingarlistanum.
Bestu vánir sambært tilmeldingartíðum:
Og tá skal sigast, at styrkismetingarlistin ikki tekur hædd fyri, at summir av svimjarunum hoyra til juniorbólkin. Vit hava nógvar svimjarar árgang 1996 og yngri, sum tí burdi ligið nógv betri fyri, um har var ein startlisti eisini bara fyri juniorar.
Startlistin til Reykjavík International sæst her á www.aegir.is:
http://www.aegir.is/images/stories/rig/2010/keppendalisti.pdf
Eitt yvirlit yvir føroysku luttøkuna sæst her á Google Docs:
http://spreadsheets.google.com/ccc?key=0AokY2dEDfECkdG5NZjltTHNaZVRfTTVU...
Tað verður dagført so hvørt sum tey kappast, og hartil verður dúgliga fylgt við á www.svimjing.com og www.svimjing.com/live, umframt á heimasíðum hjá Svimjisambandinum og føroyskum svimjifeløgum: www.ssf.fo, www.fsvim.com, www.hs.fo, www.susvim.com, www.aegirsvim.com. Heimasíðan hjá Reykjavík International er www.rig.is, men tað stendur meira um sjálva svimjistevnuna á heimasíðuni hjá vertsfelagnum Ægir, www.aegir.is.
Live úrslit frá svimjistevnuni síggjast her:
http://www.sfaegir.xtreemhost.com/rig2010/
Vegna Svimjisamband Føroya
Rókur í Jákupsstovu
Eitt sindur av bakgrundsdáta
Íslendska landsliðið á EM í Istanbul í desember 2009
sí http://www.sundsamband.is/?nwr_from_page=true&nwr_more=1921&ib_page=119&...
Íslendska juniorlandsliðið á NJM í Bergen í desember 2009
sí http://www.sundsamband.is/?nwr_from_page=true&nwr_more=1920&ib_page=119&...
Íslendska landsliðið í landsdystinum ímóti Føroyum í november 2009
sí http://www.sundsamband.is/?nwr_from_page=true&nwr_more=1919&ib_page=119&...
Føroyska luttøkan á Reykjavík International 2010
Ungdómslandsliðið hjá SSF
Hartil hava feløgini sent hesar afturat til Reykjavík International 2010
Fuglafjarðar Svimjifelag (FS)
Svimjifelagið FLOT (FLOT)
Havnar Svimjifelag (HS)
Suðuroyar Svimjifelag (SuSvim)
Ægir (Ægir)
Viðmerkingar
Tíðin hjá Turið í 400 blandað er nokk ein feilur
Ikki fyri at taka nakað frá Turið S. Christansen, sum er ein ógvuliga evnaríkur svimjari. Men har er nokk eitt ella annað galið við hasari tilmeldingartíðini hjá henni í 400 blandað, síðani hennara 4:40.21 er so nógv betri enn føroyska metið hjá Elspu, á 5:27.85. So eg loyvi mær at pilka tann partin út aftur úr hesum skrivinum.
jep
Á Swimrankings stendur:
400m Blandað: CHRISTIANSEN, Turid S 1996 - FAR Aegir 5:38.03 26 Sep 2009 Torshavn
Og hesa kapping minnist eg væl, serliga tí at hon svam sera gott hendan dagin.
So har er óiva onkur feilur komin í.
EM langbana
Skal kanska viðmerkja at:
4:40 óiva er meira enn nokk til eina finalu til EM í summar í 50m hyli fyri vaksnar kvinnur. Ja nú polyurethan (super) draktirnar eru vekk, so kanska eitt heiðursmerkið.
J.B.
Alright!
So sigi eg bara: "GO Turið! Far eftir EM gullinum!!!" :-)
Why not!
Tað byrjar við einum dreymi, at hon setur sær eitt mál. Hon hevur jú evnur sum fá. So nú er "bert" eftir at arbeiða hart fyri tí.
klokkan 16:00
Havi hoyrt úr Reykjavík, at kappingin byrjar klokkan 16:00 og ikki sum fyrr sagt kl.16:30
Tað verður spennandi ;o)
Føroyingarnir eru lendir í Íslandi
Heilsan úr Íslandi, at tey eru lend í øllum góðum. Og vit kundu so heilsa hinvegin, at stevnan nú er flutt til at byrja ein hálvan tíma fyrr enn upprunaliga ætlað, til at byrja kl 16:00
http://www.aegir.is/index.php?option=com_content&view=article&id=606:rey...
Komin í høllina
Øssur heilsar av kantinum í Laugardalshøllini: "Komu til Reykjavíkar um eitt tíðina í øllum góðum... fyrst á vandriheimið, fáa kømur og eitt sindur í búkin. Nú eru øll komin í svimjihøllina... øll hava tað gott... kapp byrja kl 16 so nú verður spennandi"
Íslendsk klokka er sum føroysk, beint nú
Tey skifta ikki millum summar- og vetrartíð... men beint nú er hon so tann sama sum her í Føroyum.
Hetta er júst nú váttað av hópinum í Íslandi, sum burdu vitað tað :-)
Nøkur kend andlit frá í fjør
Har er eitt fínt myndasavn á heimasíðuni hjá íslendsku Ægir, við myndum frá Reykjavík International.
http://www.aegir.is/index.php?option=com_content&view=article&id=116&Ite...
Her eru nøkur føroysk andlit frá í fjør:
http://www.aegir.is/myndir/2008-2009/rig09/pages/IMG_0075.htm
http://www.aegir.is/myndir/2008-2009/rig09/pages/IMG_0367.htm
http://www.aegir.is/myndir/2008-2009/rig09/pages/IMG_0368.htm
http://www.aegir.is/myndir/2008-2009/rig09/pages/IMG_10046.htm
http://www.aegir.is/myndir/2008-2009/rig09/pages/IMG_9418.htm
http://www.aegir.is/myndir/2008-2009/rig09/pages/IMG_9511.htm
http://www.aegir.is/myndir/2008-2009/rig09/pages/IMG_9583.htm
http://www.aegir.is/myndir/2008-2009/rig09/pages/IMG_0030.htm
http://www.aegir.is/myndir/2008-2009/rig09/pages/IMG_0210.htm
http://www.aegir.is/myndir/2008-2009/rig09/pages/IMG_9706.htm