Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya
Fyrsti dagurin á Reykjavíkar International Games er liðugur og gjørdist føroysku úrslitini sera góð. Okkara svimjarar komu víðari í 15 finalum, herav 8 A-finalum.
Finaluplássini gjørdist hesi:
Føroyskt met til svimjara undir junioraldur
Í 400 blandað sett ein av ungu svimjarunum úr Havnar Svimjifelag, Magnus Jákupsson, nýtt føroyskt met í 400 blandaðari svimjing í 50 metra hyli. Sjálvandi er hetta bragd eisini juniormet. Magnus er føddur í 1994 og er hevur enn ikki aldur sum junior. Magnus hevur verið á venjingarlegu í Reykjavík við unglingalandsliðnum síðani 8. januar. Tað verður spennandi at síggja um hann klárar at svimja eina enn betri tíð í finaluni.
Reykjavík International Games halda fram leygardagin og sunnudagin.
Fleiri upplýsingar á www.svimjing.com og www.svimjing.com/live, umframt á heimasíðum hjá Svimjisambandinum og føroyskum svimjifeløgum: www.ssf.fo, www.fsvim.com, www.hs.fo, www.susvim.com, www.aegirsvim.com. Heimasíðan hjá Reykjavík International er www.rig.is, men tað stendur meira um sjálva svimjistevnuna á heimasíðuni hjá vertsfelagnum Ægir, www.aegir.is.
Live úrslit frá svimjistevnuni síggjast her:
http://www.sfaegir.xtreemhost.com/rig2010/
Viðmerkingar
Birita juniormet í 50 rygg
So vítt eg dugi at síggja, so setti Birita Debes eisini føroyskt juniormet í 50 rygg, við tíðini 31.69, har hennara juniormet frá heimsmeistarastevnuni í Rom í fjør summar var 32.27. Flott svomið av rituvíksgentuni !
2 finalupláss afturat
Magnus kláraði vist nokk eisini at svimja seg í A-finalu í 50 frí, við tíðini 26.03, og Bjarni at svimja seg í B-finalu í 50 frí, við tíðini 26.31.
400m blandað
Nú havi eg ikki hugt ígjøgnum programmi, men er nøkur finala í 400m blandað?
Nei
Har er vist nokk A-finala (men ikki B-finala) í 200 blandað, og so bara beinleiðis í 400.
Ná, enn ein svipsari
Í hasum Google Docs yvirlitinum kom eg at skriva, at Magnus og Turið vóru víðari til A-finalu í 400 blandað. Men hatta var beinleiðis finala í akkurát hasum greinum, so tað er altso yvirstaðið. No more 400 IM á Reykjavík International 2010 :-)
Enn eitt met
Turið S. Christiansen 2:47.76 í innleiðandi 200m bringu, tað er føroyskt senior og junior met.
Kanska enn betur í finaluni í kvøld?
Gott at síggja at bringusvimjingin ikki er vekk nú Katarina og Malan ikki eru í hylinum.
Tillukku Turið ;)