Van der Burgh greiðir frá nýggja firvaldasparkinum í bringu

“The Morning Swim Shop” hevur her eitt ógvuliga áhugavert prát við suðurafrikanska Cameron van der Burgh, um hvussu hann tekur hatta éina loyvda firvaldasparkið í bringusvimjing, allarfyrst í takinum. Vit sóu fyrr at bringusvimjarar gjørdu hetta firvaldasparkið nokk so seint í undirvatnstakinum, men síggja nú at teir flestu eru farnir at gera tað heilt tíðliga í takinum, á markinum til at tað er áðrenn at armtakið er byrjað, og meðan armarnir enn eru útstrektir í ‘streamline’ framman fyri kroppin.



Á EM í Istanbul vórðu fleiri bringusvimjarar kolldømdir, fyri ikki at gera firvaldasparkið sum partur av undirvatnstakinum. Van der Burgh greiðir her frá, at hann og venjarin tulka tað sum lógligt at gera firvaldasparkið longu tá ið hendurnar flytast frá at vera útstrektar omaná hvørjari aðrari, til at tær hava flutt seg at liggja beint við síðuna av hvørjari aðrari. Um bara hendan rørslan heldur áfram út í sjálvt undirvatnstakið.

Eftir prátið við Van der Burgh, er eitt stuttligt lítið brot við einum svimjiøvilsi, sum amerikanski venjarin Chuck Batchelor brúkar til at venja undirvatnsteknikk við. Svimjararnir byrja við lopi av startskamli, og svimja so fyrstu 15 metur undir vatnskorpinum, firvaldabein annaðhvørt á búkinum ella rygginum. Eitt banatog er lagt við 15 metra markið, so at tað er heilt greitt hvar til tey skulu svimja undir, og tey taka so tvey tøk annaðhvørt crawl ella rygg, gera salto, og svimja so aftur undir yvir undir banatogið. Svimja so vanligt crawl ella rygg víðari aftur til startblokkarnar, og gera so aftur salto og svimja 15 metrar undir, fyri síðani at svimja vanligt restina av teirri longdini. Looks fun 🙂

Ger viðmerking