Myndir úr Potsdam

Her eru nakrar myndir afturat frá Jón Bjarnasyni í Potsdam, við viðmerkingum:

Joensen & Hoffmann

Joensen & Hoffmann: Um 2 ár, so er hann “størri” enn eg sigur Hoffmann um Pál, og tað er ikki hæddin okur tosa um.

Pál Laktat

Pál Laktat: Home tekur blóðdropa til laktatroynd eftir 2(8×100 skjótasta gjøgnumsnit) Pál var skjótastur.

Pál vigast

Pál vigast: Allir svimjarir vigast hvønn morgun. Og tað er heilt upp til 4kg á muni longu eftir 8-9km í hylinum. So tað verður drukki nógv.

Heerden & Hoffmann

Heerden & Hoffmann: Hoffmann vildi føla á egnan kropp hvussu kalt vatnið var til elituna at liggja í eftir hart laktat sett. Hermann Heerden helt skemtandi fyri, at vatnstandurin hækkaði 20cm tá ið “the bear” hoppaði í hylin 😉

Home

Home: Stakkalin stóð ikki bert fyri laktat royndum, hann var slava fyri allar pengarnar í dag (týsdag) Her er hann í kavanum í sandalum fyri at fáa ísbað vatnið niður á 5 gradir.

Meira kemur í morgin… ZZzz

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.