Lord og McCaffrey umrøða hvat gerast skal við heimsmetini

Garret McCaffrey hjá SwimmingWorld Magazine tosar her á sjónvarpsrásini “Split Time” við Craig Lord, um hvat gerast skal við heimsmetini, nú tey eru ‘dálkað’ av superdraktunum, og tað tí verður torført at betra um tey uttan superdrakt. Lord ljóðar sum um at hann helst sær loysnina at verða tvey sett av heimsmetum, har tað eina verður fyri øll heimsmet íroknað tey sum vórðu sett frá 1. januar 2008 til 31. desember 2009, og hitt verður uttan tey sum vórðu sett í superdraktum.


2 thoughts on “Lord og McCaffrey umrøða hvat gerast skal við heimsmetini”

  1. Tað ljóðar sum um at hann forklárar hvussu heimsmetini frá 2008 og 2009 vóru heilt serlig, vegna Speedo LZR og restina av ‘superdraktunum’… og so sigur hann allíkavæl “you have to draw a line at January 1st 2001”.

    Men tað man vera tí hann er mismæltur (um altso eg hoyri rætt), tí her tosar hann aftur um 2008 og 2009, í eini grein eftir samrøðuna:

    SwimNews shares the view of the World Coaches Association that lines ought to be drawn in the world-record book that allow all 2008-09 standards to be honoured while also honouring the right of swimmers to have their performances regarded fairly with regards to prevailing race conditions as decided and dictated by FINA

    http://www.swimnews.com/news/view/7400

  2. Eric á Kast-A-Way vísir her til viðmerkingarnar á SwimmingWorld.TV, har fólk generelt eru bilsin av hvussu skilagóður Craig Lord virkar, í mun til hvussu hann skrivar. Og vísir sum dømi til hesa viðmerking frá Shawn Klosterman, eisini kendur sum “The Screaming Viking”:

    I was hoping to see him pound his armored fist on the table and exclaim “CRAIG LORD FEARS NO ONE!” Sometimes I like to imagine that he destroys two or three keyboards in the process of writing one article. He actually seems like a pretty rational guy.

Ger viðmerking