Týskland móti Bretland í februar mánaða

Leygardag og sunnudag 20. – 21. februar verður fyrsti veruligi landsdystur millum Stórabretland og Týskland, í Swansea í Wales. Sambært SwimNews.com verður hetta við luttøku frá heimsnøvnum sum David Davies, Liam Tancock og Joanne Jackson, meðan tað er meira ivasamt um til dømis Britta Steffen luttekur, umframt Paul Biedermann og Gemma Spofforth. Hóast ósigurin í desember ímóti USA, so vóru týskarar, bretar og italiumenn tó so mikið glaðir fyri hetta slag av svimjistevnu, og møguleikan at fáa góða sjónvarping frá stevnuni, at tey longu nú hava hug at royna tað aftur, ímóti hvørjum øðrum.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.