Josefin Lillhage skødd av tennis

Svenski Josefin Lillhage meiddi sær herfyri knæið í einum tennisdysti, so at hon eftirfylgjandi mátti opererast, til at fáa petti av innara meniskinum burtur. Krossbondini eru intakt, men tað fer sjálvsagt at krevja eina ávísa enduruppvenjing, áðrenn hon kann svimja fyri svenska landsliðið aftur. Lillhage gjørdist til dømis heimsmeistari í 200 frí á stuttgeil, á HM í Indianapolis í 2004.

Ger viðmerking