Úr dagbókini hjá ungdómslandsliðnum í Íslandi

Ja, Sonni og Karina hava fingið tað geniala hugskot, at lata svimjararnar skiftast um at skriva í eina dagbók, frá venjingarleguni í Íslandi. Hetta verður heilt víst gull vert, bæði nú og í framtíðini.

Fríggjadagur 08-01-2010

Vit fóru til Íslands kl 11:00 við flogfarðinum. Vit komu til Reykjavík kl 12:30. Aftaná vit vóru komin upp á pláss, fóru vit á “ Pizza Hut” at eta (man fær eisini sunnan mat har). Vit fóru í svimjihøllina kl 17:30, venjingin gekk fyri seg inni í 25m hyli, frá 18:00 til 20:00. (5000m). Aftaná venjingina fóru øll í “pottarnar” og Sofus stuttleikaði sær í rustjibananum. Pylsivognurin verður tømdur aftaná venjingina av dreingjunum. Aftaná var eti, so ein túr út at keypa. Áðrenn vit fóru í song, fóru vit í kamarið hjá dreingjunum. Har fortaldi Jóhann sína lívssøgu. Annars, so stinkar vatnið av rotnum eggið.

heilsan

VIT 16 (Helena, Monika, Birita og Jóhann )

RIG063

Leygardagur 09-01-2010

Vit fóru upp kl 8:00 at eta morgunmat. Síðani at venja úti í 50m hyli 10:00-12:00 (6800m), og vit (Bjarni, Jóhann og Heðin) ótu í pylsivogninum aftaná. Aftaná hyggaðu øll sær í “pottunum” ( vatnið er úr 38 til einar 46 gradir heitt). Sofus hyggaði sær einsamallur undir venjingini í rutsjubananum.

Øll vóru sera troytt aftaná venjingina, næstan øll sovnaðu í pausuni, tað bleiv eisine eti.

Kl 16:00 var venjing aftur á skránni. 16:15-16:45 dryland og 17:00-19:00 í 50m hyli inni (tað eru góðar umstøður her J ). Tá var tað meira speciale, úr 6000m til 8000 m. Eftir venjing var matur á skránni, síðani songartíð.

heilsan

VIT 16 (Astrið, Jonna, Guðrun og Heðin )

Sunnudagur 10-01-2010

Vit fóru upp kl 6:30 (skuldu upp kl 7:00) fyri at kløkka Sonna og Karinu. Sonni snorkar SEEEEERA ILLA!!!

Síðani fóru vit at eta morgunmat, og so í høllina at venja. Vit vandu inni í 50m hyli. Programmið var 6500m.

Lekkur døguri var aftaná venjingina, og so at slappa av, næstan øll løgdu seg at sova. ZZZZZZNORK!!!

Upp kl 14:30 at eta eitt sindur áðrenn venjing (tað skal fyllast á tangarnar hjá hesum røsku svimjarunum). Vit kundu ikki venja “drylan” áðrenn svimjivenjingina í dag, tí tað var svimjikapping fyri teimum brekaðu, í høllini. Kl 15:30 fóru vit so útum í 50m hylin at venja. Programmið var ímillum 7000m og 8000m, alt anna uppá um tú vart sprintari ella langteinari. Sofus fór aftur ein tú í rusj… ja tit vita hvar.

Aftaná venjingina fóru vit heim at eta, og Jóhann bleiv so ringur í búkinum (tey forbrenna also nógv hesi ungu) at tað gekk út yvir WC-kummuna, hon bleiv óvirkin í nakrar minuttir. Nå men vit skulu tíðliga í song í kvøld, venjing er aftur kl 5:30 – 8:00 í morgin.

Góðanátt.

heilsan

VIT 16 (Poula, Turið, Cecilia og Magnus )

Mánadagur 11-01-2010

Vit fóru upp kl 5:00 í morgun at eta eitt sindur áðrenn venjing. Venjingin startaði kl 5:30, vant var inni í 25m hyli saman við Ægir (ISL) og Íslendska landsliðiðnum, normennirnir vandu uttanfyri í 50m hylinum. Programmið var 5000m løtt venjing (tað er brúk fyri einum “løttum” dagi av og á). Sofus tók ein túr aftur í dag AFTANÁ venjing.

Kl 8:00 var morgunmatur á skránni, og síðani avslapping til 11:00, tá var matur á skránni. Kl 11:45 fóru vit “útferð”. 1st á skránni var skoyting (ein skoytihøll er 5min herfrá). Øll fóru ein túr á ísin uttan Jóhann og leiðararnir. Tað var stuttligt at skoyta, sjálvt um tey flestu prøvaðu at fáa eitt reyvafall ella meir. Nøkur talent vóru á ísinum í dag, tað sást ikki á Moniku, at hon aldrin hevur roynt seg á ísinum fyrr.

Kl 14:00 fóru vit í “Pizza Hut” at eta, og síðani ein spaseritúr í “Kringluna”. Har skuldi shoppast. Bjarni gjørdi “trix” við einum skateboard í einum handli, Heðin bleiv steðgaður av einum manni, inni í einum handli, tí hann hevði 2 hattar á høvdinum, hann helt at hann hevði stolið 1. Genturnar keyptu nógv meira enn dreingirnir (Palli mátti taka ein taxa heimaftur tí tær høvdu so nógv at bera uppá).

Á veg út, mundi Turið klemma seg ímillum eina hurð, sum melur runt. Hon royndi at koyra eitt sindur av mascara í eyguni, ímegan hon gekk útum. Sofus, var um at vera yvirkoyrdur, á vegnum heim. Heimkomin var døguri á skránni, síðani eitt sindur av hygg. Friður á borgini áðrenn kl 22:00 (venjing kl 5:30 í morgin).

Góðanátt.

p.s. Sofus og Bjarni vóru so keddir av at eingin BR-handil var í “Kringluni”.

heilsan

VIT 16 (Jóhanna, Tanja, Bjarni og Sofus)

Týsdagur 12-01-2010

Vit vóru skrykt upp kl 5:00 í morgun, at eta eitt sindur áðrenn venjing. Tá tey 1stu komu oman í høllina, var høllin stongd (kl 5:20). Nakrir svimjarar stóðu longu klárir tá(Åbo Simmklubb –FIN), onku entá bara í t-shirt, sjálvt um tað bara vórur -2 gradir í morgun. Hurðin var ikki opin fyrr enn 5:40. Sovus (Sofus), hevði entá forsovið seg til tað tíð. So fóru vit inn at venja (7000m). Kl 8:00 tá morgunvenjingin var liðug, var morgunmatur á skránni. Fingu føroykst rugbreyð í morgun. Palli hevði ringt heim til Føroyar at bestilla rugbreyð, tað fingu vit so í eini eskju í svimjihøllini í morgun(vit eru troytt av hesum franskbreyðinum). Aftaná morgunmatin, fóru tey flestu at sova.

Kl 12:00 fóru øll oman í býin at shoppa. Tað kom ikki nógv burturúr, vit vóru for sein til bussin, so vit máttu ganga oman (20-30 min). Tá vit komu oman har, var einki at fáa….øøøøvvv. Heðin keypti ein mexikanarahatt, so tey flestu fóru “heim” áðrenn avtalað var. Fóru í svimjihøllina kl 17:00 at venja. Dryland kl 17:15-17:45, so útum kl 18:00. Vit máttu taka “pensjunistabanan” til upph., tí normennirnr og Ægir (FAR) blivu ikki lidnir til avtalaðu tíð. Tað var kalt at venja úti í kvøld, lá ímillum +1 og -2 gradir…bbbvvvvrdrrr. Aftaná 6300-8000m, var matur á skránni. Lasagna og ísur omaná, mmmmm. Nú byrjar tað at síggjast hvussu troytt vit eru, av at venja 13-15 km um dagin, eitt nú orkaði Sovus ikki at rusja í dag. Aftaná mat og kort (dreingirnir plyndra Palla fyri myntir í poker) er nú songartíð hjá okkum.

Góðanátt.Gyyyd Night

VIT 16 (Astrid, Tanja, Cecilia og Jóhann)

Mikudagur 13-01-2010

Vit fóru aftur tíðliga upp í morgun. Vit sótu øll og ótu morgunmat ca. Kl 5:00. Sonni ætlaði at vakja Sofus í morgun, men Sofus snýtti hann og vaknaði áðrenn. Vit fóru so til venjing kl 5:30. Tá vit manglaðu nakrar 50m v. starti, koyrdu lívbjargarirnir okkum upp (Í Íslandi er ein avtala ikki altíð ein avtala)??? Tað síðsta av programminum mátti so svimjast úti. 6x100m v.start í 0 gradum, BRRRRR!!! Aftaná 7000m gekk leiðin heim at eta. Tey flestu fóru í song aftaná, men onkur fór at spæla “guita” við koppi (Helena).

Ongin shoppingtúrur í dag, bara avslapping og eting. Kl 15:00 var venjing aftur á skránni. Dryland og síðani útum at svimja. Ímegan Sonni forkláraði okkum programmið, kemur ein maður gangandi við svimjibuksunum uppi á hálvum ryggi og annar reyvabollin stakk út. Hann var also ikki heilt í ordan. Øll “doyðu” í látri! Sonni anaði einki, hann stóð sum eitt ?

Venjingin var rættuliga hørð (tann síðsta “harða” venjingin hesuferð, 7000m). Sofus fór ikki í rutsjibanan í dag (hann er nakað troyttur nú), og dreingirnir keyptu ikki pylsur í dag. Syrgiligur dagur.

Aftaná venjing var matur á skránni, og aftur í dag var ísur omaná. MMMMM!

Tit hoyra frá okkum í morgin.

Góðanátt.Gyyyd Night

VIT 16 (Helena, Poula, Jonna og Sofus)

Hósdagur 14-01-2010

Vit fóru upp kl 5:00 at eta. So fóru vit oman í svimjihylin at venja. Venjingin var løtt í morgun (5000m). Jóhann fekkn sær ein lítlan blund á kantinum í morgun. ZZZZZZZZ! Aftaná venjing var morgunmatur og soving á skránni.

Kl 11:30 fóru vit ein spaseritúr til “Laugardalshøllina”, har var pressifundur, bíløt tikin, kúluvarp og onkur sátmáli unirskrivaður. Har bleiv nógv sagt, og vit vóru øll samd í tí, sum var sagt ??? Aftaná fóru vit “heim” at eta døgurða. Marit, (mamma Tanju) hevði gjørt lekran døgura…høsnaungabitar í karrysós og rís MMMMM!

Kl 15:00 var venjing aftur á skránni. Dryland og svimjing á 5000m. Ája, tá vit gjørdu dryland í dag, kom sami maður við teimum smartu svimjibuksunum forbí aftur. Hahaha, í dag vandi hann seg syncrone, og tað gekk bara heilt væl hjá honum.

Í dag vóru Bjarni og Sofus í rutsjubananum aftaná venjing,dreingirnir seðgaðu eisini á við pylsuvognin.

Aftaná venjing, var matur á skránni, og kl 21:30 var ein fundur um morgindagin, og vikuskiftið sum heild. Venjingin er kl 8:00 í morgin, so vit sleppa at sova leingi í morgin.Nú er songartíð her hjá okkum.

Góðanátt.Gyyyd Night

VIT 16 (Birita, Jóhanna, Magnus og Heðin)

Fríggjadagur 15. Jan. 2010

Tær 6 genturnar á kamari nr 44 vaknaðu við eitt brak í morgun. Monika leyp á Helenu og segði : TILLUKKU. Helena fylti 16 ár í dag, og genturnar á kamarinum høvdu keyp henni eina lítla gávu. Klokkan 7.30 var mogunmatur á skránni og so yvir í høllina at venja 2 km (einans)+startir, tíðir og okkurt, sum tann einstaki svimjarin yvaðist í.

Á veg heim úr høllini møttu vit aftur løgreglubilinum, sum aftur hevði tikið ein bilførara……hann hevur also havt úr at gera hesa vikuna vit hava verið í Reykjavík, tí vit hava sæð hann hvøøøøønnnn morgun eftir venjing og taka onkran bilførara. Vit vita ikki um tað er uppvísing ella hvat. Somu tíðspunkt hvnn mørgun.

Á vallaraheiminum var matur og hvíld á skránni áðrenn tað stóra brakið seinnapartin. Døgurðamenúin var millónbúffur og skrúur, sum øll dáma…..mmmm….Vit skuldu ordiliga lada upp til kappingina. Upphyting byrjaði kl 14.30, men vit fignu boð um at møta hálvan tíma fyrri, tí vit fingu at vita, at tann STÓRA svimjihøllin fór at vera stúgvandi-full av fólki, so gott pláss máttu vit taka okkum áðrenn hesi fólkini komu.

Kappingin byrjaði klokkan 16 og vit mugu bara siga, at tað gekk heilt væl. Næstan øll forbetraðu seg, og vit fingu nógvar medaljur og Magnus setti færoyskt met í 400m blandað við tíðini 5.02,44 OOOOhhhhyeeeaaAAAhhhh.

Eftir kappingina fóru vit í eina aðra høll her í Laugardali (her eru barasta so nógvar ítróttarhallir av øllum møguligum slag!!!!!) at eta døgurða enn einaferð í dag YYEEESSSS. Forrættur: suppa – høvuðsrættur: høsnarungi, rís, grønmeti og karrysós – Dessert: øøøhhh kaffi til tey vaksnu.

Tá vit komu heim á vallarheimið feiraðu vit føðingardagin hjá Helenu við ÍS (slurp!) og onkrari kaku og so sungu vit eisini fyri henni. Annars hevði Sonni eisini ein lítlan fund við okkum, um hvussu kappingin fór at ganga fyri seg í morgin.

Og ája vallaraheimið er fult av føroyskum svimjarum í dag, sum eru í sjokki yvir ta stóru svimjihøllina…hehe nú finna vit runt í høllini og tað gera tey ikki enn hehe.

Snipp, snapp, snútEee nú liggja ogara húvd á eine pútEee.

Góða nátt tigor úll somul.

VIT16 (Monika, Turið, Guðrun og Bjarni)

P.S. Dreingirnir fóru aftur í pylsuvognin í dag og Sonni og Palli siga, at nú verður vognurin stongdur til sunnukvøldið – og teir meina tað!

P.P.S. Tær 6 genturnar í nr 44 gloymdu aftur lykilin til kamarið í dag – also heili 6 ferðir bleiv hann stongdur inni í kamarinum (we have a new record). Konan í receptiónini suffaði: Number 44….AGAIN!!!!! og at vit SKULDU taka lykilin uppá okkum næstu ferð.

Leygardagur 16-01-2010

Upp kl 7:00 at eta morgunmat. 15 svimjarar møttu upp til tíðina….tit kunnu sjálvi gita hvør manglaði! Síðani gekk tann langa leiðin oman í svimjihøllina.

Svimjikappingin gekk bera heilt væl, sjálvt um vit vóru sera troytt av vikuni ið fór. Kappingin byrjaði kl 9:15 og endaði 12:15- 45 min seinni enn planin. Tað er ikki bara ”føroysk tíð” í Føroyum, hehe. Aftaná var matur og avslapping á skránni.

Finalurnar byrjaðu kl 16:30 (upph. Kl 15:00). Vit høvdu skaffa okkum pláss í 9 finalum av 14. Her gekk eisini ser gott, føroysk met, juniormet og persónlig met, ikki so galið. Kl 18:30 vóru øll liðug at svimja og medaljur handaðar, so at eta kl 19:00. Tá vit komu heim, høvdu vit ein lítlan fund, so avslapping. Nú er klokkan vorðin 21:00, og vit fara í song.

GÓÐA NÁTT

VIT16 (dreingirnir)

Sunnudagur 17/1-2010

Sum yvirraskilsi so sat Jóhann fyrstur við mornunmatarborðið í morun kl 7, høhhh hvør skuldi trúð tí. Sást longu í morgun, at hann ætlaði undir 28 sek í 50 firv-finaluni í kvøld.

Upphitingin byrjaði kl 8, og vit møttu øll upp við góðum móti uppá okkara síðsta kappingardag. Kappingin gekk væl í morgun – fleiri finalupláss og forbetringar.

Til døgurða var fleskasteik við brúnari sós mmmmmm…. eftir ein góðan døgurða var hvíld á skránni við summarfuglum í búkinum til finalurnar í kvøld.

Finalurnar byrjaðu kl 16, so vit fóru yvir aftur í høllina um hálvgum trý-tíðina. Nøkur høvdu svomið seg í finalurnar í kvøld, meðan onnur komu við í finalu vegna avboð hjá øðrum svimjarum – sum var eitt deiligt yvirraskilsi fyri okkum – YYYEEEESSS. Kappingin gekk væl. Vit svumu væl í finalunum, og tey sum komu við uppá avboð svomu uppaftur betri í kvøld. Monica hevði eitt forbiði hart programm í kvøld – 400m frí, 200 firv og so afturat hestum 100 frí vegna avboð hjá onkrum øðrum (Tað er langt at skriva um hvussu væl tað gekk hjá øllum, og vit orka ikki at skriva hvussu væl tað gekk…. beint nú eru vit liiiinar eftir ein langan og harðan dag. Sita í køkinum hjá okkum og skriva dagbók, og klokkan er næstan 1 um náttina!).

Aftaná kappingina fóru vit heim at gera okkum klár til døgurða og veitslu fyri øll írtóttarfólkini. Uha tað var ikki lætt hjá genunum í kamar nr 44 at gera seg klárar – 6 gentur og eitt spegl. Tá vit so komu niðan til Broadway – goooooorhungraði – smakkaði døgurðin illa…úlllak, men dessertin var nokkso lekkur.

Tá vit hvødu etið, var dansur. Tann kendasti DJ-maðurin í Íslandi – Pál Óskar – sang og undirhelt. ØØØøølllll dansaðu og høvdu tað meeeeega skeeeeeeg oooohyeeeaaAAAHHH. Og dreingirnir lyftu Sofus upp millum alt fólkið, so hann stóð/gekk á hondunum hjá teimum (Sofus-Skywalker).

Nú sita vit í køkinum og eru simpulhen so mega linar og orka nóg illa at hava eyguni opin til at skriva dagbók. Eru noyddar at pakka í kvøld ella í morgin áðrenn vit fara at venja fyri síðstu ferð á hesum sinni í Laugardals-høllini.

Venjing verður í morgin fyrrapart áðrenn vit fara niðan í Pizza Hut at eta og víðari í Kringluna at keypa fyri teir síðstu pengarnar hesuferð.

Good night og takk fyri hesu ferð.

Vit 16 (genturnar)

15 thoughts on “Úr dagbókini hjá ungdómslandsliðnum í Íslandi”

  1. Super genialt hugskot sum venjarnir hava funni uppá. 🙂 Deiligt hjá okkum sum sita heima her í Føroyum at kunna fylgja við dagligdegnm í Íslandi, og orduliga stuttligt at frátta at tit hugna tykkum saman.

  2. Eg fari beinleiðis til Íslands úr Potsdam at fáa skil á handan porkeningin. Tað ber ikki til at hann øvar seg í rutsjubananum tá ið øll venja 😉

    Eg trúgvi nú, at hann var liðugur beinan vegin, tí 6,8km er alt alt ALT ov lítið hjá honum, so hann keddi seg, og koyrdi nakara túrar í rutsjibananum. Cool runnings Sofus 😉

  3. Sonni sendi mær nú kapittulin fyri í dag. Mmm, upp klokkan 6:30, sunnumorgun, bara fyri at kløkka venjararnar.

    Eg haldi at tað er uppá sítt pláss at vit líka fáa eina mynd av rutsjukonginum. Bara so øll vita hvønn vit tosa um 🙂

    Sofus Bech

  4. Mánadagurin komin afturat. Eg blívi bara við við at leggja uppí hendan postin… og so fáa vit at síggja, um ikki hendan greinin verður tann sum fær flest vitjanir yvirhøvur 🙂

  5. ..normennirnir vandu uttanfyri

    …kl 5 mána”morgun” í januar í Íslandi!! Hatta hevði eg aaaaldrin gjørt.

  6. Ja heilt erligt, eg síggji svimjarnir fyri mær, doyggja í látri, og Sonni stendur bara sum eitt bibi 🙂 hahahahaha.

  7. What?, “Svimjikappingin gekk bera heilt væl, sjálvt um vit vóru sera troytt av vikuni ið fór”

    – hvussu skjótt høvdu tey svomið um tey ikki vóru móð ? :-S

    1. Hetta er samlaði venjingarteinurin frá fríggjadegi til og við hósdag, alt eftir hvørja sergrein hasi røsku á ungdómslandsliðnum hava. 66600-78300 metrar á langgeil, ið so vítt eg skilji er rættiliga nógv harðari, enn sama strekkið á stuttgeil.

  8. Jeps, so kom seinasti dagur við eisini. Tvs. vit mangla kanska mánadagin, tá ið tey ferðaðust heim, men hann fór sikkurt upp í royk av pakking og shopping.

Ger viðmerking