Tíðindi frá SSF: Super svimjidagur í Sørvági

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Fýra umboð fyri Svimjisamband Føroya vóru leygardagin á vitjan í Sørvági, at skipa fyri venjing, kapping og fundi um svimjing saman við góðum fólki har vesturi. Hetta gjørdist ein fínur dagur, har ið børn og vaksin stuttleikaðu sær saman, og har vágafólk prógvaðu, at tey avgjørt eisini eiga evnaríkar svimjarar.

CIMG1883

Umboðini fyri Svimjisamband Føroya vóru feðgarnir báðir Jon og Dánjal Hestoy, sum eru ávikavist formaður í Svimjisambandi Føroya og venjari/svimjari í Havnar Svimjifelag. Hartil Rókur í Jákupsstovu, næstformaður í Svimjisambandinum, og Sørin Djurhuus sum á sinni var primus motor fyri svimjifelagnum Skeggjar í Gøtu, umframt nú at vera eykalimur í starvsnevnd SSF.

Dagurin varð skipaður sum fyrst 2 tímar av venjing, har børnini lærdu ymiskt grundleggjandi um svimjing, kappsvimjing og lívbjarging. Tey vórðu býtt upp í tveir bólkar eftir svimjiførleika, og fingu so á hvør sínari helvt av svimjihylinum frálæru í til dømis at starta av skamli og venda í einum svimjihyli, og í hvussu mannagongdin er tá ið dómarin floytar svimjarar upp á startskamlarnar.

Eftir døgverðasteðg varð skipað fyri nøkrum rættiliga óformellum svimjikappingum, uttan tíðtaking ella kolldøming ella líknandi, men har svimjarar tó gingu upp í tað við lív og sál. Her fingu umboðini úr Svimjisambandinum sjón fyri søgn, at í Vágoynni finnast minst líka nógv góð talent innan svimjing, sum alla aðrastaðni í Føroyum.

CIMG1849

At enda var ein fundur við svimjarar, foreldur og onnur áhugaði, har børnini fingu prógv um luttøku í svimjikappingini, og umboðini úr Svimjisambandinum síðani greiddu frá um svimjing. Sagt varð frá um hesa “slóðaraskipan”, sum er navnið ið er valt til hetta átak, at ferðast regluliga út til øki har svimjihylur er, men einki svimjifelag. Svimjisambandið ynskir sjálvsagt at øll í Føroyum skulu hava atgongd til eitt svimjifelag, at styrkja um heilsu og lívbjargni hjá øllum, umframt okkara hóp av góðum kappsvimjarum.

Hesin dagur var samstundis sum Pál Joensen er á venjingarlegu í Potsdam, og samstundis sum 26 av okkara bestu svimjarum eru á venjingarlegu í Íslandi. Eitt eindømi ið vónandi kann endurtakast, at Svimjisambandið skipar fyri trimum venjingartiltøkum í senn, ið spenna líka frá okkara heimsstjørnu Pál Joensen, til at leita eftir nýggjum talentum.

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur í Jákupsstovu

Ger viðmerking