Nakrar myndir úr Potsdam

Jón Bjarnason hevur sent mær hesar myndir frá “Battle Training Camp” í Potsdam, við ymiskum stuttligum og áhugaverdum viðmerkingum.

Respekt!!!

[Respekt: Pál hevur nú víst sínar sterku síður. Eg veit ikki hvat hann sigur við teir, men teir tiga allir og lurta væl eftir tá ið tann annars so tigandi vágbingurin tosar]

Chad & Riaan

[Chad & Riaan: Báðir úr RSA.
Chad Ho: Nr. 3 til HM í Open Water, haldi at tað var 5km.
Riaan Schoeman: Ein av skjótastu 400IM og 1500m frí svimjarum í heiminum fyri dreingir føddir í 1991.
Teir gera seg klárar til 5000m har teir hava sendara til puls, fart oa. Tað er okkurt hight tec sum eg ikki havi hugt eftir enn. Men læknin á kantinum sat við einaru teldu og hugdi eftir test úrslitum tá ið teir svomu. Sendarin er á rygginum, okkur til støddar við eina lítla fartelefon.]

Pál & Jan

[Pál & Jan: Well, Wolfgarten, prof Poker spælari, spælir online poker 6 tímar um dagin, 5 dagar um vikuna. Vann eina online tournering beint fyri jól, premian var 60.000Euro. Jaaaaaaaa…. man 😉 Misti so 25.000 nakrar dagar áðrenn venjingarlegan byrjaði… ups and downs I guess ;)]

Metallica tape

[Metallica tape: Nú byrja menn at fáa ilt (ikki Pál sjálvandi) og fysio og læknar nýta alt millum himmal og jørð fyri at lætta um pínuna hjá teimun veiku 😉
Í morgin er tað eitt stórt kar við vatni og kava, uml 1 grad, har skal ein liggja í 1min, so í vatn sum er 36 gradir… aja, das is gut.]

Dr Home & Pál

[Dr Home & Pál: Home er so imponeraður av Pál og tað hann ger frá so lítlari bakgrund, at hann vísur honum serliga uppmerksomheit. Og tá ið ein hevur arbeitt í NFL, og nú størsta Olympia stutzpunkt sum týskarar hava, ja so er ikki lætt at ímynda sær 25m hylin við 4 geilum í Vági sum eitt stað har elitan kann nørast. So hann spyr um ALT sum okur hava gjørt til nú. Hann er ótrúliga dugnaligur maður, sympatiskur og hjálpsamur. Perfektur til tað arbeiði hann ger.]

One thought on “Nakrar myndir úr Potsdam”

Leave a Reply to rokurCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.