Pál Joensen á venjingarlegu í Potsdam

Pál Joensen og Jón Bjarnason fóru mánadagin 4. januar til Potsdam í Týskalandi, at venja har í 12 dagar saman við harðastu svimjarum úr Týskalandi, Avstralia, Italia, Spania og Suðurafrika. Talan er um fyrstu “Battle Training Camp” venjingarlegu millum hesi lond, har endamálið er at savna sterkastu langteinasvimjarar úr hvørjum landi, til í felag at skapa ein dynamikk í venjing, sum annars er torførur at skapa í hvørjum landi sær. Og harvið at standa seg betri ímóti venjingardeplunum í USA, har bestu svimjarar annars vanliga flokkast.

Lange greiður frá Torture of The Day

[Myndatekstur: Dirk Lange greiðir frá “Torture of the Day”, sum er monsterserian tann dagin. Hendan dagin var tað 5000 metrar max svimjing, svarandi til at renna 20 km við fullari ferð, sum partur av eini 15000 metrar langari morgunvenjing.]

Eftir ætlan skuldu bestu russisku svimjarar eisini luttaka, so sum Nikita Lobintsev ið vann silvur í 400 frí á EM í Istanbul í desember, og Yuri Prilukov ið eigur evropametini í 1500 frí á stuttgeil og langgeil. Men av onkrum politiskum ávum hava flestu russarar meldað avboð, fortelur Jón Bjarnason úr Potsdam, uttan ein svimjari sum gongur á skúla í Týsklandi, og so russiski landsliðsvenjarin Aleksei Vorontsov.

Men hini eru altso bestu langteinarar úr Týskalandi, Avstralia, Italia, Spania og Suðurafrika. Týski Paul Biedermann er har, sum er heimsmeistari og evropameistari í 200 og 400 frí, og sum eigur heimsmetini í 200 og 400 frí á bæði langgeil og stuttgeil. Hartil havsvimjarin Jan Wolfgarten, sum yvirraskaði øll á EM í Istanbul, við at vinna gull har í 1500 frí. Italski Samuel Pizzetti er har, sum varð nr 3 í 1500 frí á italsku meistarastevnuni í november, umframt spanski Marcos Rivera Miranda, sum varð nummar 5 í 1500 frí á EM í Istanbul. Og so onnur, sum til dømis týski Thomas Lurz, ið vann alt sum var vert at vinna í havsvimjing á ‘stytru’ teinunum í 2009, íroknað heimsmeistarastevnuna á 5 og 10 kilometrum í Rom.

Venjararnir eru til dømis týski Jörg Hoffmann, ið varð heimsmeistari í 400 og 1500 frí á langgeil í Perth í 1991, umframt heimsmeistari í 1500 frí á stuttgeil í Athen í 2000. Hartil týski landsliðsvenjarin Dirk Lange, og sum nevnt russiski landsliðsvenjarin Aleksei Vorontsov. Italiumenn hava eisini sín venjara við, og hartil luttaka ein rúgva av læknum og fysioterapeutum frá ymiskum londunum, til at halda eygu við svimjarunum. Týska svimjisambandið hevur keypt ein Dr. Home Gharavi kallaður “Homer” úr NFL – altso amerikanskan fótbólt – at standa fyri matskrá, strekking og styrkivenjing.

Venjararnir íroknað Jón Bjarnason skiftast um at gera venjingarskráir, og hjálparfólkini eru eisini tøk uppá tvørs av svimjisambondunum. Til dømis skal NFL-læknin seinnapartin hyggja at beinunum hjá Pál, til at kanna hvussu beinsparkið hjá honum kann gerast líka sterkt sum hjá summum av hinum. Læknarnir taka leypandi blóðroyndir, meðan svimjararnir svimja, til at máta mjólkasýruinnihald í blóðinum, ið greitt fortelur hvussu formurin hjá teimum er. Og her klárar Pál seg væl: Í gjár svumu teir til dømis 20×200 frí, har Pál lá um 2:11 minuttir fyri hvørjar 200 metrar við mjólkasýruinnihaldi akkurát undir 4 mmol/l, meðan Biedermann lá um 2:20 við somu mmol/l, inntil Biedermann ikki orkaði meira umleið við endurtøku nr 15.

Í morgun hava teir svomið 5000 metrar við hægri tempo enn tá ið teir svomu 20×200. Pál var skjótastur, og tað sá gott út sambært Bjarnasyni. Heilsan er góð og formurin í topp, men har manglar sum kunnugt eitt sindur í beinsparkinum, tá ið á stendur. Summir av hinum eru óhugnaliga sterkir í beinsparki, har teir til dømis í morgun kláraðu at fylgja við hinum í 6×200 bein, hóast restin svam í fitjum.

Beint eftir 5000m MAX effort

[Myndatekstur: Pál Joensen og hinir beint eftir “Torture of the Day”: 5000 metrar max svimjing.]

Eftir ætlan er hetta fyrsta “Battle Training Camp” venjingarlega í eini røð, har tær næstu verða í Russlandi og Suðurafrika. Pál Joensen slapp á hesa venjingarlegu vegna tey góðu úrslit sum hann hevur fingið seinastu árini; men tað er tó enn ikki 100% vist at hann fer á tær næstu eisini. Hetta serliga tí at Jón sum kunnugt hevur ríkiligt at gera eisini her heima, fyri bæði restina av Suðuroyar Svimjifelag og Svimjisamband Føroya, og tí at tað er kostnaðarmikið at verða so nógv burturstaddur. Men vit vita frá suðringinum, at hann gleddi seg nógv til at sleppa at venja saman við hesum monnum, til at føla á sín egna kropp hvat teir duga til í venjing, í mun til hvussu teir innanhýsis standa seg í kapping. Og hesin partur tykiskt í øllum førum at vera náddur, hóast teir enn bara hava vant saman í tveir dagar.

Eftir ætlan fer venjingin at vera í minsta lagi 120 kilometrar um vikuna, hesar dagarnar sum venjingarlegan varar. Pál og Jón koma aftur til Føroyar tann 17. januar, og næsta uppgáva hjá teimum verður so teknisk test í Tórshavn tann 23. januar, við estiska professaranum Rein Haljand.

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur í Jákupsstovu

7 thoughts on “Pál Joensen á venjingarlegu í Potsdam”

  1. Spurdi Jón beint nú, og fekk hetta svarið: “Langbana sjálvandi, bara langbana, og 3 ferðir um dagin nakrar dagar. Serliga fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin svimja teir 70km, so tað verður óhugnaligt”.

  2. Hatta var ikki so væl orðað hjá mær, her omanfyri, um at “at standa seg betri ímóti venjingardeplunum í USA, har bestu svimjarar annars vanliga flokkast”.

    Spurningurin er nevniliga, um nakar venjingardepil nakrantíð hevur havt ein sovorðnan flokk av kapasitetum á sama stað í senn. Og USA hevur í øllum førum ikki kapasitetarnar í løtuni, til at kunna endurskapa ein líknandi hóp ‘over there’.

    So hetta er nokk eitt eindømi 🙂

  3. Tað hoyrdist í innganginum til tíðindini beint nú, at tey fara at siga frá um hvussu Pál venur við heimselituni í løtuni.

    1. Hann lærir nógv, frættu vit, umframt at teir longu nú hava avgjørt at vilja royna at hava fleiri venjingarlegur av hesum slag, á skift millum annað í Avstralia.

  4. Eg spurdi Jón Bjarnason um hann kundi senda mær dømi um eina venjingarskrá, sum eg og Bartal eventuelt kundu royna at gjøgnumføra í renning, og fekk hetta:

    OK! 😉

    Minst til, hetta er langbani.

    400 frí blandað st.5:20
    800IM (skift v/25m) P’1min
    Monster: 5000 all out P’2min <-- hetta er hart og booooring 200 lætt st.3:00 6x200bein st.3:30 100 lætt st.1:30 6x100 (50rygg+50frí) st.1:30 200 lætt blandað st.3:20 20x50 teknik drills st.0:50 5x300cr arm v/fingerpaddles, distance on stroke, st.3:45 100 lætt frí st.1:30 5x300cr, distance on stroke, st.3:45 200 lætt frí st.3:00 8x200IM (skift v/50m) st.3:00 100 lætt frí st.1:30 8x100cr, fingerpaddles + gummiring um beinini, distance on stroke, st.1:20 <-- hetta er tungt, beinini søkka. 100leyst frí Strekk út og et frugt + drekk vesku við sukur. Tí ½ tíma seinni er dryland í 1 tíma. See y'all later 😉 Lat Bartal renna, og tú svimur 😉 Run Forrest.. RUN!!! Góða eydnu

    Við viðmerking: “Programmið tú fekk verður nýtt av øllum “sprintarum” frá 200m upp til 1500m. Langteinarar (te.5000m+) halda hetta vera boooring ;)”

    Lat meg bara siga beinanvegin, at tað er nokk ikki ráðiligt hjá mær at royna at svimja hasa skránna. Altso um eg nakrantíð skal kunna svimja aftur.

    So er bara hjá Bartali og mær, at finna útav hvussu man rennur “blandað” og “arm v/fingerpaddles” 🙂

Leave a Reply to rokurCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.