Nú eru 250 draktir góðkendar til nýtslu í 2010

FINA hevur í dag almannakunngjørt ein nýggjan lista við svimjidraktum, sum loyvdar eru at nýta í 2010. Adidas eigur onga drakt á listanum; men í staðin eru til dømis BlueSeventy og Nike aftur at finna á listanum, umframt í øllum førum nakrar av “FSPro” draktunum hjá Speedo. Serliga FSPro draktin er viðkomandi hjá føroyingum, við tað at fleiri av okkara yngru svimjarum noyddust at keypa hesa drakt til Danske ÅrgangsMesterskaber í fjør summar, av tí at danska svimjisambandið tá hevði serligar reglur fyri yngstu aldursbólkarnar. Les reachforthewall.com

One thought on “Nú eru 250 draktir góðkendar til nýtslu í 2010”

Ger viðmerking