Full drøn á 2010

Árið 2010 byrjar við eini rúgvu av uppgávum til føroyskar svimjarar. Seinnapartin í dag fara Pál Joensen og Jón Bjarnason til Danmarkar, at ferðast víðari í morgin til “Battle Camp” venjingarleguna í Potsdam í Týskalandi. Fríggjadagin sendir Svimjisambandið 6 juniorar og 11 svimjarar yngri enn juniorar til Íslands á venjingarlegu, og eina viku aftaná tað senda føroysku svimjifeløguni enn fleiri svimjarar afturat til Íslands, at kappast saman við hinum á Reykjavík International tann 15. til 18. januar. Vikuskiftið 9. – 10. januar skipar SuSvim fyri svimjistevnu fyri allar aldursbólkar í Vági, og leygardagin 9. januar fara umboð fyri Svimjisamband Føroya á ‘sjarmutúr’ til Sørvágs, at royna at purra upp undir einum svimjifelag har vesturi.

17. januar koma Pál og Jón aftur úr Potsdam, og 18. januar koma so flestu av svimjarunum aftur frá Reykjavík International, undantikið Havnar Svimjifelag sum heldur áfram við venjingarlegu har til tann 22. ella 25. januar. Men 22. januar skulu í øllum førum nakrir HS-arar heim aftur til Føroyar, tí tá kemur Rein Haljand aftur hendan vegin, at testa og eftirmeta einar 16 av okkara bestu svimjarum, í Tórshavn tann 23. – 25. januar. Og sama 23. januar skipar Skeggjar so eisini svimjistevnu við Gøtugjógvu, fyri teir yngstu aldursbólkarnar. Jú, her er lív í, í øllum førum til endan av januar.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.