Pál fyri triðju ferð ársins ítróttarnavn

Kringvarpið avdúkaði nýggjársaftan, at almenningurin nú fyri triðju ferð hevði valt Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag at verða ársins føroyska ítróttarnavn. Hetta er eitt megnarbragd, sum ikki verður minni av at Elspa Mørkøre vann bæði árini frammanundan, og at føroysk svimjing tí hevur verið ovast í nú fimm ár á rað.

Pál Joensen í "Olimpiyskiy"

Í sendingini “Ítróttur 2009” hjá Kringvarpinum helt Pál Joensen sjálvur um árið í ár, at tað hevði verið í so nógv ein “rollercoaster” túrur, har hann svam skjótt tá ið hann ikki skuldi, og so tíverri ikki svam líka skjótt tá ið hann skuldi. Hæddarpunktið var at vinna World Cup í Moskva, og harnæst at verða partur av Oyggjaleikaliðnum hjá okkum í summar. Lágpunktið var hinvegin HM í Rom, har hann slettis ikki svam upp til tað sum teir væntaðu, og harnæst EM í Istanbul.

Nú fara Pál og Jón til Potsdam tann 4. ella 5. januar, at venja saman við nøkrum av teimum harðastu hálsunum í heiminum. Draktirnar rúka, men Jón Bjarnason helt í ítróttarsendingini ikki at hetta fer at ávirka Pál Joensen líka nógv, sum tað kanska rakar onkran annan. Vit vóna tað besta, og fegnast um at Pál Joensen á hendan hátt varpar ljós á Føroyar um allan heim, og á svimjiítróttin her í okkara egna lítla dunnuhyli.

Tit lukku tit báðir, og øll tit onnur sum hjálpa teimum!

Ger viðmerking