Stríðið um draktirnar er ikki heilt av enn

Venjaralegendan Forbes Carlile greiðír í grein her á SwimNews aftur frá, hví hann ikki heldur at tað er nóg mikið at avmarka draktirnar til at ganga niður á knæ. At buksur niður á knæ kunnu dekka tríggjar ferðir so nógvan kropp hjá monnum, sum buksur ið bara ganga niður til mjødnina, og tvær ferðir so nógv sum mjadnarlangar draktir til kvinnur. Og at tað tí enn er møguleiki fyri at innbyggja óneyðuga tøkni í draktirnar, umframt at framleiðararnir kunnu taka óneyðuga nógv fyri tær.

Í aðrari grein á SwimNews skrivar Craig Lord, at hann frættir frá nógvum illum teldupostum, nú foreldur kring heimin skulu finna nýggjar svimjidraktir til síni børn. Ein trupulleiki er eftir øllum at døma, at framleiðararnir bara hava latið sínar nýggjastu og dýrastu svimjidraktir inn til test, og at tað tí møguliga ikki altíð ber til at brúka onkur eldri modell, hóast tey týðiligvís lúka nýggju treytirnar.

Summi svimjisamband velja at tulka nýggju reglurnar hjá FINA sum at tær einans eru galdandi fyri ‘kappingardraktir’… men hvat er tá til dømis ein gomul Aquablade drakt, sum var tað nýggjasta og besta fyri bara nøkrum árum síðani? Hví skalt tú keypa eina dýra drakt niður á knæ, tá ið ein onnur niður á mjødn er minst líka porøs og ‘tekstil’?

Eftir øllum at døma skal FINA nú eisini einaferð mitt í januar taka støðu til eitt uppskot, um at fáa í lag tvey sett av heimsmetum, at lista á allar startlistar og úrslitalistar, har tað eina er fyri heimsmet sett uttan superdrakt, og hitt fyri heimsmet yvirhøvur. Skeringspunktið skal vera 1. januar 2008, tað vil siga áðrenn Speedo LZR Racer kom á marknaðin, og heimsmet uttan superdrakt verða tí annaðhvørt tey heimsmet sum stóðu tá, ella tær betri tíðir sum fólk hava klárað síðani, í draktum sum lúka treytirnar frá nú 1. januar 2010.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.