Úrslit frá SMS Christmas Sprint 2009

Viðfest eru úrslit frá “SMS Christmas Sprint 2009” svimjistevnuni hjá Havnar Svimjifelag, sum hevur verið í Tórshavn nú um vikuskiftið. Hetta var nokk seinasta kapping har okkara svimjarar sloppu at svimja í ‘superdrakt’, og úrslitið varð eisini at minst trý juniormet vórðu sett. Birita Debes betraði um sítt juniormet í 50 rygg, við tíðini 29.46 har metið hjá henni frá landsdystinum herfyri var 29.62, og kláraði harvið eisini kravtíð til EM í Budapest í summar. Pauli Ø. Mohr setti við tíðini 30.09 juniormet í 50 bringu, har metið hjá Páli Joensen frá kapping í Vági í 2008 var 30.39. Og Magnus Jákupsson setti juniormet í 200 rygg, við tíðini 2:09.14 har kravtíðin var 2:09.40.

Her eru frægastu úrslit á stevnuni, um vit hyggja at hvussu nógv FINA stig tey náddu:

  1. Birita Debes (FLOT) 50 rygg 29.46 (740 stig)
  2. Pauli Ø. Mohr (FS) 50 bringa 30.09 (676 stig)
  3. Birita Debes (FLOT) 50 frí 27.45 (650 stig)
  4. Andrass Thomsen (HS) 200 frí 1:58.58 (639 stig)
  5. Birita Debes (FLOT) 100 frí 1:00.92 (629 stig)
  6. Birita Debes (FLOT) 100 rygg 1:06.58 (626 stig)
  7. Birita Debes (FLOT) 200 frí 2:12.72 (625 stig)
  8. Cecilia Eysturdal (Ægir) 400 frí 4:38.69 (625 stig)
  9. Monika Biskopstø (Ægir) 400 frí 4:38.70 (625 stig)
  10. Andrass Thomsen (HS) 400 frí 4:13.01 (623 stig)
  11. Cecilia Eysturdal (Ægir) 200 frí 2:13.18 (619 stig)
  12. Birita Debes (FLOT) 100 blandað 1:09.78 (615 stig)
  13. Monika Biskopstø (Ægir) 200 frí 2:13.50 (614 stig)
  14. Magnus Jákupsson (HS) 200 rygg 2:09.14 (610 stig)
  15. Magnus Jákupsson (HS) 50 rygg 27.40 (605 stig)
  16. Birita Debes (FLOT) 200 rygg 2:25.59 (601 stig)
  17. Magnus Jákupsson (HS) 100 frí 54.56 (601 stig)
  18. Magnus Jákupsson (HS) 50 firvald 26.68 (600 stig)

3 thoughts on “Úrslit frá SMS Christmas Sprint 2009”

  1. Andrass Thomsen stendur í 400 frí at fáa 835 FINA stig fyri tíðina 4:13.01. Men tað eru konufólkastig, har røttu stig hjá mannfólkum sambært mínum lummaroknara eru 623 FINA stig.

    Eg havi skjótt roknað ovastu stig í hasum listanum, her omanfyri, og tey síggja út til at vera røtt.

Leave a Reply to rokurCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.