3 heimsmet, næsta dag á Duel in the Pool

Tað gjørdust ikki til heilt so nógv heimsmet, nú annan dag á “Duel in the Pool” stevnuni í Manchester. Amerikanska Rebecca Soni setti við tíðini 1:02.70 heimsmet í 100 bringu, har heimsmetið hjá avstralsku Leisel Jones frá World Cup í Berlin í november var 1:03.00. Amerikanska Julia Smit setti heimsmet í 200 blandað, við tíðini 2.04.60 har heimsmetið hjá ungarsku Evelyn Verraszto á EM í síðstu viku var 2.04.64. Og so setti mennirnir hjá USA við tíðini 3:03.30 heimsmet í 4×100 frí, har heimsmetið hjá Fraklandi frá í fjør var 3:04.98, og har fyrsti maður Nathan Adrian setti flott amerikanskt met á 45.08, umframt at næsti maður svam 100 metrar við flúgvandi starti uppá 44.68 sekund. Samanlagda úrslitið gjørdist, at USA smurdi E-stars av, við 185 stigum ímóti 78.

One thought on “3 heimsmet, næsta dag á Duel in the Pool”

Ger viðmerking