E-stars klára ikki 100% at manna lið ímóti USA

Tað er í kvøld og í morgin at svimjarar úr Bretlandi, Italia og Týskalandi undir heitinum “E-stars” skulu verja Evropa, í landsdysti ímóti USA. Amerikanarar hava leingi verið skýrdir favorittar at vinna dystin, eftir at svimjarar sum Paul Biedermann, Britta Steffen og Federica Pellegrini meldaðu avboð, Biedermann tí hann longu hevði lovað at luttaka á Salnikov Cup í Russlandi, og Pellegrini tí hon skal til døgverða við italskar politikarar. Og støðan verður ikki betri, nú startlistarnir til í kvøld eru klárir, har tað sæst at “E-stars” ikki ein gang kunnu manna trý fólk til 400 blandað hjá monnum og 400 frí í kvinnum, umframt í 200 rygg hjá monnum og kvinnum. Sum merkir at tey í øllum førum missa 1 stig í mun til amerikumenn, í hesum trimum greinum.

Uppstillingin er í kvøld:

400 blandað liðsvimjing – kvinnur
USA: Hoelzer; Hardy; Vollmer; Weir
E-Stars: Spofforth; Ruhnau; Bianchi; Samulski

400 blandað liðsvimjing – menn
USA: Thoman; Gangloff; Phelps; Adrian
E-Stars: Tancock; Scozzoli; Rock; Galenda

400 blandað kvinnur
USA: Smit; Hoff; Knutson
E-Stars: Segat; Miley, Payne

400 blandað menn
USA: Brown; Clary; Vanderkaay
E-Stars: Marin; Haffield

100 frí menn
USA: Adrian; Phelps; Weber-Gale
E-Stars: Orsi; Magnini; Galenda

200 rygg kvinnur
USA: Hoelzer; Beisel; Pelton
E-Stars: Spofforth; Simmonds

200 rygg menn
USA: Grevers; Peirsol; Thoman
E-Stars: Walker Hebborn; Goddard

200 bringa kvinnur
USA: Freeman; Soni; Kukors
E-Stars: Boggiatto; Ruhnau; Scarcella

200 bringa menn
USA: Gangloff; Mahoney; Alexandrov
E-Stars: Koch; Giorgetti; Scozzoli

100 firvald kvinnur
USA: Magnuson; Vollmer; Mohler
E-Stars: Bianchi; Mehlhorn; Halsall

100 firvald menn
USA: Peirsol; Phelps; McGill
E-Stars: Rock; Benjamin; Natullo

400 frí kvinnur
USA: Hoff; Schmitt; Knutson
E-Stars: Adlington; Carlin

400 frí menn
USA: La Tourett; Klueh; Vanderkaay
E-Stars: Colbertaldo; Davies; Renwick

Til ber at fylgja við úrslitunum ‘live’ á www.omegatiming.com, umframt at fylgja við á www.duelinthepool.com.

4 thoughts on “E-stars klára ikki 100% at manna lið ímóti USA”

  1. Hatta grensar til tað sum er píniligt, og líkist eitt sindur einum B-liði sum “Evropa” kemur við.
    Tað er faktiskt frekt at rópa seg fyri Evropa, tá ið nógv lond als ikki sleppa við, og nøkur beinleiðis geva avboð. Kanska tí at kappingin er illa fyrireika?

    Hvar hundan eru russisku heimsmethaldararnar í rygg og firvald hjá monnum? Hvar er Ungarn?

    1. Foreldrini emigreraðu úr Ungarn í 1980, og hon dugir at tosa ungarsk:
      http://en.wikipedia.org/wiki/Rebecca_Soni

      Nakað annað púra vilt er, at hon vist nokk hevur verið undir skurð í hjartanum, í 2006:

      “To place this achievement into perspective, Rebecca Soni had cardiac surgery in 2006. She had had a heart condition that limited her training and impacted upon what she could do physically”

      http://www.lockergnome.com/forsythe/2008/08/15/rebecca-soni-heart-surgery-and-olympic-gold/

  2. Amerikanarar hava sett eini 5 heimsmet inntil víðari. Í báðum stafettunum, har fyrsti maður í 4×100 blandað eisini setti heimsmet í 100 rygg, umframt í 400 blandað og 200 bringu hjá kvinnum. Eg skrivi ein felags post um hetta, tá ið tey eru liðug at seta heimsmet fyri í kvøld 🙂

  3. USA vann báðar stafettirnar, og varð síðani …

    nr 1, 2 og 4 í 400 blandað, hjá kvinnum,
    nr 1, 2 og 3 í 400 blandað hjá monnum,
    nr 2, 4 og 5 í 100 frí hjá kvinnum,
    nr 1, 3 og 6 í 100 frí hjá monnum,
    nr 2, 3 og 4 í 200 rygg hjá kvinnum
    nr 1, 2 og 3 í 200 rygg hjá monnum,
    nr 1, 2 og 3 í 200 bringu hjá kvinnum,
    nr 1, 2 og 5 í 200 bringu hjá monnum

    Hóast har eru 4 kappingar eftir í kvøld, umframt allur dagurin í morgin, so sær tað altso út til at USA longu hevur vunnið klárt.

Leave a Reply to rokurCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.