5 heimsmet, fyrsta dag á Duel in the Pool

Fyrst settu amerikansku kvinnurnar heimsmet í 4×100 blandað, við tíðini 3:47.87 har heimsmetið hjá Kanada frá kapping í Leeds í august var 3:49.45. Síðani settu amerikansku mennirnir eisini heimsmet í 4×100 blandað, við 3:20.71 har heimsmetið hjá Kanada frá somu kapping í august var 3:23.33. Her setti amerikanski Nick Thomas eisini heimsmet í 100 rygg, sum fyrstu maður í stafettini, við 48.94, har heimsmetið hjá Donets og Vyatchanin frá EM í Istanbul var 48.97. So setti amerikanska Julia Smit heimsmet í 400 blandað, við 4:21.04 har heimsmetið hjá suðurafrikansku Kathryn Meaklim World Cup í Singapore í november var 4:22.88. Og so setti amerikanska Rebecca Soni heimsmet í 200 bringu, við 2:14.57 har heimsmetið hjá australsku Leisel Jones frá World Cup í Berlin var 2:15.42. Fyrsta kvøld er nú liðugt, og “E-stars” vórðu snøgt sagt úrlatin, nú USA hálvvegis førir við 89 stigum ímóti 33.

One thought on “5 heimsmet, fyrsta dag á Duel in the Pool”

Ger viðmerking