SSF skipar fyri skeiði í pinkubarnasvimjing

Um nóg nógv tekna seg, bjóðar Svimjisamband Føroya byrjunarskeið fyri venjarar í pinkubarnasvimjing. Skeiðið er ætlað øllum feløgum innan SSF.

Tað verður Lena Andersson-Stenquist úr Svøríki, ið kemur at undirvísa. Lena hevur undirvíst pinkubarnavenjarum síðan fyrst í 80-unum og hevur eisini verið við til at gera tað svenska undirvísingartilfarið.

Pinkubarnasvimjingin er fyri pinkubørn upp til 2 ára aldur (saman við einum vaksnum).

Hvar: Skeiðið verður í Eysturskúlanum.

Nær: 15. til 17. jan. 2010

Kostnaður: 1500,00 kr. fyri hvønn.

Skeiðið liggur soleiðis:

Fríggjakvøldið kl. 18.00 – 21.00:

  • Hvat er pinkubarnasvimjing, endamál og hví

Leygardagin kl. 9.00 – 18.00 (við døgverða og drekka):

  • Teori og praksis, medisinsk og fysiologisk kunning,
  • at vera leiðari, vatnið og reinførið

Sunnudagin kl. 9.00 – 16.00 (við døgverða og drekka):

  • Hvussu skipa vit fyri, trygd og ábyrgd,
  • hvussu mennist barnið, endi.

Tilmelding: við sms til 597558 ella 584473 í seinasta lagi 4. jan 2010

Jórun Eið Johannesen

Ger viðmerking