EM í Istanbul, síðsti dagur og heimferð

Ja, so er EM liðugt á hesum sinni. Kári J. á Høvdanum megnaði á síðsta degi at seta nýtt persónligt met í 50 firvald við tíðini 25.78, har hansara besta tíð til nú var 25.82 frá kapping í Klaksvík í november. Mona Simonsen mátti melda frá 200 frí vegna sjúku, og Pál Joensen megnaði ‘einans’ at svimja 1:48.61 í 200 frí, har hann í Rijeka í fjør svam 1:46.61. Harvið endaði EM við úrslitum sum gott nokk eru væl betri enn hvat man er vanur við at føroyingar klára, men sum fyri hesar úrmælingar tó ikki føldust heilt nøktandi.

PC140031

Skráin var pressað, í gjár og í dag, og tí kemur hetta ikki fyrr enn nú. Upp klokkan 06:00 at brúsa sær, eta kl 06:30 og náa bussin kl 07:00, fyri síðani at kappast til man einaferð klokkan 12:00 var heima afturi til døgverða á hotellinum. Nakrar tímar til leyst og fast á hotellinum, áðrenn bussurin aftur koyrdi klokkan 16:00, til finalur kl 17:00. Heima aftur umleið kl 19:30, at eta náttverða, og so pakka alt niður, áðrenn ‘after party’ við Pellegrini & company klokkan 21:00. Heima aftur klokkan umleið midnátt, at sova til klokkan 06:00, og so á flogvøllin klokkan 06:45. Í Kastrup 30 minuttir av totalari panikk, av tí at flúgvarin hjá okkum úr Istanbul var seinkaður, og vit tí máttu tuska alla floghavnina á tamb, til at náa Atlantic. Og so endiliga heima, klokkan umleið 14:00 føroyska tíð, ella umleið 16:00 Istanbul tíð.

CIMG1356

Men vit høvdu tað hugnaligt, alt í alt. Ein góð løta í gjár, tá ið vit sum ‘turistar’ kundu sita og bara hygga okkum við at hyggja at teimum síðstu finalunum. Og eisini ein ókey túrur á Hotel Sheraton, at møta øllum svimjistjørnunum í vanligum (men fínum) klæðum, og at heilsa uppá vinir og kenningar úr grannalondunum. Persónliga haldi eg at vit fingu ein góðan enda uppá tað heila, hóast tað reint ítróttarliga kanska haltaði eitt sindur. Sum man sigur, tá er í mótgangi at tú veruliga lærir nakað 🙂

PC140128

(Tað sum Pauli ger her á myndini, er at fylla út upplýsingar um baggaguna sum hann misti. Vit náddu nevniliga ikki at fáa baggaguna við, á hasum rennitúrinum í Kastrup. Men tað er jú ein afturvendandi søga).

4 thoughts on “EM í Istanbul, síðsti dagur og heimferð”

    1. Eg hugsaði tað sama. Ikki skuldi nógv til fyrr enn at hann var ávirkaður 😉
      Gott at hann slapp sær av við sítt ‘hijab’ tá ið okur lendu í Vágum, tað var ikki serliga maskulint 😉

Ger viðmerking