3-4 heimsmet, fjórða dag á EM

Fyrst var tað ungarski úrmælingurin Daniel Gyurta, ið á evropameistarastevnuni í Istanbul setti heimset í 200 bringu við ótrúligu tíðini 2:00.67, har heimsmetið hjá avstralska Christian Sprenger frá í august mánaða var 2:01.98. Síðani betraði italska Federica Pellegrini við tíðini 1:51.17 um sítt heimsmet í 200 frí, har hon á evropameistarastevnuni í Rijeka í fjør svam 1:51.85. Og so hendi tað heilt ótrúliga, tá ið báðir russararnir Stanislav Donets og Arkady Vyatchanin vunnu gull og settu heimsmet í 100 rygg, við tíðini 48.97, har heimsmetið hjá Vyatchanin frá leygardegnum var 49.17. Les SwimInfo.com

CIMG1642

6 thoughts on “3-4 heimsmet, fjórða dag á EM”

  1. vunnu gull og settu heimsmet í 50 rygg

    Donets er kanska ikki sooo góður til longri teinar, men hann kláraði at hanga í allar 100m. Men eg hugsi at Vyatchanin hevði vunni við 2m um teir svumu 110m. Hann var øgiligur seinasta 25m.

Leave a Reply to rokurCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.