Kári svimur ikki 100 rygg

PC120019Kári J. á Høvdanum hevur valt at melda seg frá kappingini í 100 rygg, nú tað gekk so illa á hálva teininum í gjár. Í staðin fokuserar hann 100% uppá uppgávuna í morgin, at svimja 50 firvald so skjótt sum gjørligt. Og her burdi verið kjansur fyri betring, nú hann í 100 firvald betraði seg frá 58.27 til 57.76.

Mona Simonsen er tí einasti føroyingur í hylinum í morgun, tá ið hon umleið klokkan 7:49 føroyska tíð fer at svimja 400 frí, í riðli saman við millum annað sjálvari Federicu Pellegrini. Fokus er her uppá fyrst og fremst at svimja sína egnu kapping, heldur enn at hugsa um hvat hinar gera. Og her kann Federica Pellegrini faktiskt vera ein fyrimunur, við tað at hon óivað fer drønandi frá hinum, nú hon vegna onga tilmeldingartíð skal svimja í fyrsta riðli, hóast hon er heimsmeistari frá HM í Rom í summar.

PC120013

Ger viðmerking