Ivamál um HM 2010 verður í Dubai ella ei

SwimNews.com veit at siga frá einum umboði hjá eysturríkska svimjisambandinum, at FINA í løtuni leitar eftir einum nýggjum verti til HM á stuttgeil í 2010, sum annars eftir ætlanini skal verða í Dubai. Aðalskrivarin Thomas Gangel skal hava fortalt eysturríksku tíðindastovuni APA, at FINA hevur spurgt um tey vóru áhugaði í at yvirtaka HM, men at tey takkaðu nei. FINA stjórin Cornel Marculescu sigur tó enn at heimsmeistarastevnan verður í Dubai, og at hann ringdi til eysturríkar fyri at vita um teir vóru áhugaðir í næsta stuttgeila-HM eftir Dubai, sum verður í 2012. Og so byrja spekulatiónirnar, tí sum Craig Lord sigur á SwimNews, so man tann samrøðan hava verið fyri nokk so langari tíð síðani, við tað at tað langt síðani er avgjørt, at HM í 2012 verður her í Istanbul.

Dubai er hart rakt av fíggjarkreppu í løtuni, sum serliga rakar byggivinnuna meint, og hetta skal so verða orsøk til at heimsmeistarastevnan nú ikki kann verða í Dubai. Hylurin er verri enn so liðugur, og HM er sum heild ein nokk so dýr affæra, um tú vilt yvirganga til dømis HM í Rom í summar. Og tað vilja Dubai-búgvar óivað, nú ætlaði hylurin hjá teimum var so ófatiliga vakur og stásiligur, á tekniborðinum.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.