Pál føroyskt met í 400 frí, men droppaði finaluna

Pál Joensen setti í morgun nýtt føroyskt met í 400 frí, við at svimja 3:40.12 har hann á World Cup stevnuni í Stockholmi i november svam 3:40.16. Harvið kvalifiseraði hann seg við áttandu bestu tíð til finaluna í kvøld, og kann sikkurt svimja undir 3:40, men metir sjálvur at gloppið niður til teir potentiellu heiðursmerkjavinnararnir á 3:37 er so mikið stórt, at hann heldur vil spara seg til finaluna í 1500 frí. Vit hava eisini tann praktiska trupulleika, at um hann skal svimja finalu seinnapartin, so mugu vit fara við bussinum av hotellinum longu klokkan 14:00, um vit vilja vera vís í at koma fram til tíðina. Og klokkan er altso farin av 12 nú, meðan vit her á Abdi Ipekci Arena bíða eftir bussi til hotellið, sum eftir ætlan fyrst fer klokkan 12:30.

One thought on “Pál føroyskt met í 400 frí, men droppaði finaluna”

  1. Bronsu-tíðin hjá Mads Glæsner var 3:36.82. Gull- og silvurtíðirnar hjá Biedermann og Lobintsev vóru 3:34.55 og 3:35.75. Sostatt fekk Jón Bjarnason rætt í sínum spádómi, at man skuldi svimja… vell, nakað skjótari… enn 3:37.00-3:37.30 fyri at náa eitt heiðursmerki.

    Jón Bjarnason skrivaði í Live-chattinum í morgun:

    “Pál eigur at kunna svimja okkurt um 3:38,6 í finaluni um eg hugsi statistik frá innleiðandi til finalu frá fyrr av. At okur velja at melda frá, kemur av, at eg trúgvi at 3. pláss í finaluni í kvøld kemur niður á 3:37,0-3:37,3 og so vil eg heldur at hann goymur uppá kreftirnar til finaluna leygarkvøld í 1500m”

Ger viðmerking