Komnir fram til fyrsta kappingardag

Klokkan 07:00 er eftir øllum at døma eisini tíðliga í Istanbul, tí tað gekk avbera væl at koyra til høllina. Fóru umleið tá kl 07:00, og klokkan í bussinum vísti 07:08 tá ið vit vóru komin fram. Nú sigur mín 07:20, eftir at vit hava funnið skrá við klokkutíðum og alt, og funnið okkum sitipláss. Fari at seta tíðirnar inn á roknarkið á www.svimjing.com/live, so at tit kenna tær eisini.

(video strikað)

One thought on “Komnir fram til fyrsta kappingardag”

  1. Tað vísir seg at vera ógvuliga trupult at finna drekkivatn, her í Arena. Her eru eini tvey køliskáp til svimjararnir, sum vísa seg at vera tóm allatíð, um ikki tú beinleiðis stendur og bíðar eftir at tey fylla í aftur. So øll hava sjálvsagt lyndi til at hamstra inn undir seg, hvørja ferð vatnmennirnir koma, og so koyrir myllan, í eini óvanliga heitari svimjihøll.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.