Hvar er Romanovich?

EM silvurvinnarin í 1500 í fjør, russin Vitaly Romanovich, svam spakuligari enn Pál í morgun í 400 frí. Spurningurin er, um Romanovich kann hótta Pál í 1500 finaluni komandi leygardag. Romanovich hevur betri tilmeldingartíð enn Pál, men, sum vit vita, vann Pál á Romanovich, seinast teir møttust í Moskva.
Gongdin í 400 frí




Tað skal viðmerkjast, at Colbertaldo ikki luttók í Moskva. Tíðin har er sett eftir tíðina hjá honum í Stockholm. Romanovich luttók hvørki í Stockholm ella í Berlin. Talan er um innleiðandi tíðir, ið ikki bara vísa dagsform, men eisini taktikk og annað. Og 400 frí er ikki tað sama sum 1500. Men spennandi verður at síggja finaluna leygardagin.

Ger viðmerking