Ein langur dagur

Puha, nú er gott at sleppa at sita her á hotell-kamarinum við einum kaffimunni, eftir ein laangan seinnapart í Abdi Apekci Arena. Fyrst ein langur fundur, har man skuldi hoyra um og notera allar møguligar smáar detaljur, meðan man støðugt minnti seg á tað sum IKKI mátti gloymast: At frámelda Shailu og geva fyriskiparunum mína váttan uppá hvørjar superdraktir sum okkara svimjarar brúka. Og so at sita í tímavís og hyggja at stressaðum turkarum, sum vist nokk stríddust við at gera akkreditatiónirnar klárar, men sum mest tyktust at bara halda okkum hen.

PC090002

Har kom ymiskt spennandi fram á tekniska fundinum, so sum at ØLL fara at royna at koma við fyrsta bussi klokkan 07:00 í morgin árini, við tað at koyritíðin sambært fyriskiparunum kann svinga frá 15 minuttum til 1½ tíma, at koyra teir 12 kilometrarnar inn til Arena. At tey av somu orsøk verða noydd at seta ein eyka buss inn kl 14:00 í morgin, tí at tann klokkan 15 er ov seinur til at fólk kunnu náa at verða liðug við upphitingina klokkan 16:15. At tað verður kampur um sitiplássini hjá okkum svimjarum og venjarum, við tað at skúrurin hjá Omega-fólkunum annars tekur alt útsýnið til hylin. At firvaldaspark í bringusvimjing nú skal vera bara onkuntíð meðan undirvatnstakið verður tikið, men altso ikki áðrenn tað byrjar. Og at Pál Joensen við 9. bestu tilmeldingartíð í 400 frí liggur væl fyri at koma í finalu seinnapartin, við tað at tey nú brúka allar 10 geilir, eisini í finalum.

Akkreditatiónsfólkini høvdu so lítið stýr uppá tingini, at ein av teimum uppá eitt tíðspunkt kom stunandi innan úr rúminum at blaka okkum øll út, sum annars bara stóðu og sótu rættiliga friðarliga í kø, tí at hann annars ikki fekk arbeitt. Hinir turkararnir ignoreraðu hann, so tað gjørdu vit í køini bara eisini. Eg skilti á lagnum, at vaktirnir nú ikki longur lovaðu fólki inn sum ikki høvdu akkreditatión, sum so sjálvsagt merkti at har var enn størri press á rúmið, til onkur at enda tók avgerð um at lova øllum at sleppa inn í bygningin um tey høvdu bara hálsbandið til at hanga akkreditatiónina í, og so komu eftir akkreditatiónina aftur í morgin. Well, Pál og Jón vóru ikki komnir út til hylin aftur enn, so eg valdi bara at bíða víðari, til eg at enda allíkavæl slapp ígjøgnum, og fekk okkara akkreditatiónir.

So nú eru vit faktiskt nokk so klár til fyrstu kappingar í morgin árini. Øll hava etið gott aftur, her á hotellinum har so gott sum øll hini liðini ganga í reyðum draktum (Russland, Serbia, Kroatia, Eysturríki, Póland, Turkaland, …). Vit hava avtalað at royna at vera so mikið tíðliga á veg til bussarnar sum man nú kann, í morgin, tá ið morgunmatur fyrst er kl 06:30, og bussurin koyrir klokkan 07:00. Pauli skal svimja 50 frí, Kári 100 firvald og Pál 400 frí, meðan Mona hevur frí. Og mín fyrsta uppgáva verður at royna at fáa skift tjóðsangin hjá okkum út, frá hasari “Christmas Edition” útgávuni sum vit fyrstu ferð hoyrdu í Kroatia í fjør, til okkurt eitt sindur meira við hornblásarum, enn harpum. “Just in Case”.

Ger viðmerking