So hava vit roynt hylin

Eg veit tíverri ikki so nógv um sjálvan hylin, enn at Jón líka nevndi at Pál og Kári svomu “frykteliga skjótt”, nú í morgun tá ið vit vóru har yviri. Var sjálvur í einum telti uttanfyri, har eg bíðaði eftir ‘akkreditatiónirnar’, sum eg so allíkavæl ikki kundi fáa tí at 1) onkur skuldi (rutinu) eftirkanna um vit hava goldið fyri kappingina, men var har ikki tí at tey vóru ov fá til uppgávuna, og 2) tí at eg ikki hevði passini hjá øllum við. So tað verður seinnapartin, áðrenn ella aftaná tekniska fundin.

PC090014

Talan er um eina stóra og stásiliga men rættiliga skitna ‘multihøll’, sum tey vist nokk mest brúka til kurvabólt. Tað er forrestin tað stóra her, at tey í august 2010 skulu hava HM í kurvabólti í Istanbul. Men anyway, tey hava deilt gólvið upp við einum veldugum forhangi, har upphitingarhylur er aðru megin, og kappingarhylurin so er hinumegin. Eitt sindur synd, tí har eru áskoðarapláss allan vegin runt og høgt upp undir takið. Men tað verður so hálvmáni heldur enn ein fullmáni av áskoðarum, sum kanska er rættiliga hóskandi fyri Turkaland.

Alt sær rættiliga væl fyriskipað út, samstundis sum tað er kaotiskt. Tað vil siga, at her er mannskap og útgerð og fólk sum royna at hjálpa; men samstundis sovorðið løgið sum at vit ikki kunnu fáa hesar akkreditatiónir sum eru loyvi at koma inn í høllina sum svimjarar og venjarar… men allíkavæl sleppa inn so galið sum vit vilja. Har eru sperrur settar upp ymsa staðni í høllini, so at fólk ikki skulu kunna ganga millum ymisku sonurnar, men so gongur tú bara hin vegin runt. Og av einhvørjari orsøk er hurðin stongd sum gongur út í teltið við akkreditatiónum, so at tú mást velja eina aðra og so vítt eg dugi at síggja tilvildarliga hurð, har tað er umleið helvtin av bygninginum at ganga yvir aftur til teltið.

Norðmennirnir máttu allir troppa upp at taka nýggjar myndir til akkreditatiónirnar, av tí ‘at skipanin var nýggj og hinar myndirnar vóru blivnar vekk á internetinum’ (ella hvussu tað nú var at turkin orðaði seg). Eg noyddi hann tí at eftirkanna um okkara myndir enn vóru í skipanini, so at eg ikki standi har yviri seinnapartin, við passum men ongum svimjarum. Og so hinvegin… tá ið eg fór niður at klaga um holið í internetinum hjá mær her á hotellinum, var daman í receptiónini skjót at ringja til onkran teknikara, og nú á døgverða er tað so í fínasta lagi.

Av ítróttarligum kann nevnast, at fraklendingar ikki niðurtrappa til hesa stevnu, sambært samrøðu millum venjarar har og Bjarnason. Nakrir av teimum fara møguliga at svimja uttan superdraktir; og tað verður so ógvuliga áhugaverd (fyri ikki at siga risikerligt), við tað at t.d. Amaury Leveaux ikki er púra trimmaður, fyri at siga tað mildt. Har hevði verið gott við onkrum at hildið dellurnar inni við. Danir síggja nokk so ráir út, har Ottesen til dømis hevur bestu tilmeldingartíð í 100 frí. Og Biedermann býr her á hotellinum 🙂

Nú nærkast tíðin at eg skal í bussin aftur, so eg má nokk heldur rigga av aftur. Har er fínt internet í høllini eisini, so tað kann væl vera at vit klára at senda onkrar myndir upp og eventuelt streama hagani eisini, onkuntíð inn í millum. Tað er ein hálvur tími frá hotellinum og inn til hylin, í ferðslu sum eftir øllum at døma skipar seg sjálva.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.