Allir menninir í hylin hósmorgun

Tíðindi frá SSF

Hósmorgun 10. desember eru føroysku svimjararnir aftur í eldinum, tá byrjar trettanda evropameistarastevna í svimjing á stuttgeil í Istanbul. Føroyska liðið kom til Istanbul seint mikukvøldið, og tey búgva á einum sera góðum hotelli tætt við flogvøllin. Svimjihøllin er riggað til bara til hesa meistarastevnuna í einari stórari høll. Tað er ikki bara at siga tað at skipa fyri stórum kappingum í Istanbul. Hósmorgunin mugu allar svimjararnir heimanífrá kl. 7.00 um morgunin, tí busstúrurin til svimjihylin kann taka frá einum korteri til hálvan annan tíma. Á EM-liðnum eru: Úr Suðuroyar Svimjifelag: Mona Simonsen og Pál Joensen. Shaila millum Garðarnar var eisini úttikin, men gav avboð í síðstu løtu. Úr Fuglafjarðar Svimjifelag: Pauli Øssurson Mohr og úr Ægi Kári J. á Høvdanum. Venjari er Jón Bjarnason, ferðaleiðari er Rókur í Jákupsstovu og Thurid Kjærbo er fysioterapist.

PC090012

Føroyingur er í hylinum longu í fyrsta riðli hósmorgunin, tá ið Pauli Ø. Mohr í innleiðandi kappingini kl 07:30 føroyska tíð skal svimja 50 frí, við eini tilmeldingartíð sum er bara 5 hundraðpartar spakuligari enn føroyska metið hjá Páli Joensen. Pauli svam nevniliga 23.24 á World Cup stevnuni tann 15. november í ár, og setti tá føroyskt junormet, og hóttir nú av álvara aftur føroyska metið hjá Páli Joensen, sum er 23.19 frá Oyggjaleikum á Álandi í summar.

Í sættu kapping svimur Kári J. á Høvdanum 100 firvald, við tilmeldingartíðini 58.27, har føroyska metið hjá Páli Joensen er 56.22. Her verður tað kanska nakað tungt hjá Kára at betra seg heilt framvið metinum hjá Páli, men hann fer so í øllum førum eftir at betra um sítt persónliga met. Og latum okkum nú síggja; tilmeldingartíðin hjá Kára er heilt afturi frá hesi somu evropameistarastevnu í Kroatia í fjør, so her kann nógv henda.

Og í tíggjundu kapping er tað so Pál Joensen sjálvur, sum skal svimja 400 frí. Hann eigur føroyska metið her, á 3:40.16 frá World Cup stevnuni í Stockholmi tann 10. november 2009, og liggur sum er til at koma í finaluna eisini, við níggjundubestu tilmeldingartíð av øllum luttakarum, har 10 sleppa í finaluna. So her kunnu vit nokk vænta okkum eitt føroyskt met, um ikki í innleiðandi, so í finaluni.

Mona Simonsen hevur frí í morgin, men skal so kappast teir tríggjar írestandi dagarnar av evropameistarastevnuni, fram til sunnudagin tann 13. desember. Hon hevur verið eitt sindur plágað av krímsjúku í seinastuni, men tykist nú at vera væl fyri aftur, at skula kappast her millum tey bestu í Evropa. Hinir tríggir eru avbera væl fyri, og lagið er gott á øllum.

Til ber at fylgja við úrslitunum beinleiðis á www.omegatiming.com, umframt at finna leinki á www.istanbul09.com og www.europeanchampionships.org, til at síggja finalupartin beinleiðis á internetinum. Hesi leinki og annað verður eisini lagt á www.svimjing.com/live, til at gera tað lættari hjá føroyingum at fylgja við evropameistarastevnuni.

Ger viðmerking