Birita juniormet í 200 rygg

Tað gjørdist til 8 persónlig met, 2 landsliðsmet og 1 juniormet, nú teir fimm føroysku luttakararnir kappaðust tilsamans 17 ferðir á norðurlendsku juniormeistarastevnuni í Bergen. Astrið Foldarskarð hevði eina serliga góða kapping, har hon betraði seg í øllum tí sum hon luttók í, meðan tað gekk eitt sindur upp og niður hjá hinum. Birita Debes betraði um sítt føroyska juniormet í 200 rygg, við at svimja 2:23.67 har hon á Oyggjaleikum á Álandi í summar svam 2:26.27. Og tær fýra genturnar settu tvær ferðir juniorlandsliðsmet.

Poula Ø. Mohr hevði nakrar óhepnar kappingar, men kom so sterkt aftur í 200 blandað, har hon betraði seg frá 2:33.99 til 2:30.51. Monika Biskopstø svam serliga firvald gott, við fyrst at betra seg frá 2:44.21 til 2:38.72 í 200 firvald, og síðani koppa Astrið í 100 firvald, við at betra seg heilt frá 1:17.58 til 1:10.92, har Astrið ‘bara’ betraði seg frá 1.13.01 til 1:11.56. Og Bjarni M. Petersen hevði tíverri eina stevnu, har hann ferð eftir ferð lá beint um sínar bestu tíðir, men tó bara fekk lirkað ta einum, 100 frí, tveir hundraðpartar frá 55.70 til 55.68.

Tær fýra genturnar settu føroyskt juniorlandsliðsmet, í báðum teimum kappingum sum tær luttóku í, við fyrst at svimja 4:50.87 í 4×100 blandað, og síðani svimja 4:15.34 í 4×100 frí. Men her skal sigast, at hetta er bara aðru ferð at norðurlendsk juniormeistarastevna er, síðani vit skiftu til at skráseta juniormet, og at tær í fjør vóru ov fáar til at kunna manna lið. Poula, Turið, Birita og Cecilia svumu 1:16.51 í 4×100 frí á Danske Årgangsmesterskaber í summar, men annars er tað yvirhøvur rættiliga forkunnugt, at okkara juniorar sleppa at svimja sum juniorlið á landsliði saman.

Annars var tað serliga Danmark sum totalt domineraði norðurlendsku juniormeistarastevnuna, hesuferð, við at vinna heili 19 gullheiðursmerki, ella fleiri enn øll hini londini tilsamans. Føroyingurin Frans Johannesen vann bæði 400 og 1500 frí fyri Danmark, og hevði óivað nógv at siga fyri stafettirnar eisini. Danska felagið VAT, sum Mads Glæsner herfyri skifti til, kláraði seg einsamall so mikið væl, at tað hevði verið nummar tvey í kappingingini millum tjóðirnar, frammanfyri bæði Svøríki og Noreg, um tað hevði kunnað stillað upp sum tjóð.

Kappingin millum tjóðirnar endaði soleiðis:

  1. Danmark 400 stig
  2. Svøríki 319 stig
  3. Noregi 246 stig
  4. Finnland 205 stig
  5. Estland 109 stig
  6. Ísland 109 stig
  7. Føroyar 23 stig

Heiðursmerkjabýtið:

  1. Danmark: 19 gull, 13 silvur, 7 bronsu
  2. Svøríki: 5 gull, 8 silvur, 11 bronsu
  3. Noregi: 5 gull, 5 silvur, 6 bronsu
  4. Finnland: 2 gull, 5 silvur, 3 bronsu
  5. Estland: 1 gull, 1 silvur, 3 bronsu
  6. Ísland: 2 bronsu
  7. Føroyar: einki heiðursmerki

One thought on “Birita juniormet í 200 rygg”

  1. Petur Heðin á Fløtti sigur við Kringvarpið í kvøld, at tey sum heild eru væl nøgd har yviri í Bergen. Øll fingu persónlig met, og nú hava tey sæð hvussu juniorsvimjararnir úr hinum londunum síggja út, og fingið eyguni upp fyri hvussu ótrúliga skjótt teir svimja.

Ger viðmerking