Startlistin til EM í Istanbul er klárur

Startlistin til evropeisku meistarastevnuni í Istanbul sæst nú her á SwimRankings. Pál Joensen liggur sambært tilmeldingartíðunum beint uttanfyri at koma í finalu í 400 frí, og beint uttanfyri heiðursmerkini í finaluni í 1500 frí. Men vit vænta okkum avgjørt at hann betrar um sínar tíðir, nú hann sleppur at hvíla seg upp undir kappingina, og so er spurningurin bara, hvør ið fær mest burtur úr niðurtrappingini. Hinir føroyingarnir eru í so langt burtur frá finalu og semifinaluplássum, men eru tó yvirhøvur ógvuliga áhugaverdir, tá ið tað kemur til føroysk met og juniormet. Men vit kunnu altso longu nú krossa av, at Pál svimur finalu í 1500 frí, leygardagin 12. desember kl 17:00 Istanbul tíð, sum so vítt eg dugi at rokna er kl 15:00 føroyska tíð.

Hósdagur 10. desember – innleiðandi
50 frí menn: Pauli Ø. Mohr 23.24 (nr 56)
– føroyska metið hjá Páli er 23.19, juniormetið hjá Paula er 23.24
100 firvald menn: Kári J. á Høvdanum 58.27 (nr 46)
– føroyska metið hjá Páli er 56.22
400 frí menn: Pál Joensen 3:40.16 (nr 9)
– føroyska metið hjá Páli er 3:40.16
100 frí kvinnur: Shaila millum Garðarnar 58.12 (nr 59)
– føroyska metið hjá Elspu er 57.41

Hósdagur 10. desember – finalur
400 frí menn: Pál Joensen (vónandi)

Fríggjadagur 11. desember – innleiðandi
50 rygg menn: Kári J. á Høvdanum 25.99 (nr 45)
– føroyska metið hjá Kára er 25.99
50 firvald kvinnur: Shaila millum Garðarnar 29.11 (nr 46)
– føroyska metið hjá Shailu er 29.11
100 frí menn: Pauli Ø. Mohr 52.64 (nr 69)
– føroyska metið hjá Páli er 50.04, juniormetið hjá Páli er 51.82
800 frí kvinnur: Mona Simonsen 8:58.61 (nr 18)
– føroyska metið hjá Monu er 8:58.61

Leygardagur 12. desember – innleiðandi
400 frí kvinnur: Mona Simonsen 4:19.54 (nr 36)
– føroyska metið hjá Monu er 4:19.54
100 rygg menn: Kári J. á Høvdanum 55.66 (nr 44)
– føroyska metið hjá Kára er 55.66

Leygardagur 12. desember – finalur
1500 frí: Pál Joensen 14:32.15 (nr 4)
– føroyska og norðurlendska metið hjá Páli er 14:32.15

Sunnudagur 13. desember – innleiðandi
50 frí kvinnur: Shaila millum Garðarnar 26.49 (nr 47)
– føroyska metið hjá Shailu er 26.49
50 firvald menn: Kári J. á Høvdanum 25.82 (nr 61)
– føroyska metið hjá Páli er 25.62
200 frí kvinnur: Mona Simonsen 2:05.91 (nr 40)
– føroyska metið hjá Elspu er 2:03.15
200 frí menn: Pál Joensen 1:46.61 (nr 27)
– føroyska metið hjá Páli er 1:46.61

Ger viðmerking