NJM í Bergen byrjar stillisliga fyri føroyingar

Bjarni M. Petersen betraði seg 2 hundraðpartar í 100 frí, Astrið Foldarskarð 1 sekund í 100 frí, og Monika Biskopstø yvir 5 sekund í 200 firvald. Men hetta vóru ikki tíðir nær juniormetunum, og Poula Ø. Mohr sum eigur juniormetið í 100 frí hjá kvinnum fór tíverri hinvegin, við at svimja 1:01.01 har juniormetið hjá henni er 59.38. Um eina løtu svimja genturnar 4×100 blandað, og so er pausa til kl 16:00 føroyska tíð. Til ber at fylgja við og síggja yvirlit yvir føroysku úrslitini á www.svimjing.com/live

Kappingin er sum nevnt ógvuliga hørð í Bergen, har danski Daniel Skaaning til dømis setti norðurlendskt juniormet í 100 frí við 48.61, í mun til at føroyska metið hjá Páli Joensen er 50.04, føroyska juniormetið er 51.82, og besta tíð hjá Bjarna nú er 55.68. Føroyingarnir koma ofta at liggja klárt aftast í kappingini, líka mikið um teir betra seg nógv, og tað kann tí væl hugsast at tað er trupult hjá teimum at finna seg til rættis, í kapping har mótstøðan bara fer frá teimum.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.