Stór avbjóðing fyri føroyskar juniorsvimjarar

SSF tíðindaskriv um NJM 2009

Norðurlendska juniormeistarastevnan í svimjing verður í Bergen nú 5. til 6. desember 2009, við luttøku av millum øðrum fimm føroyskum svimjarum. Talan er um eina árliga kapping millum Føroyar, Ísland, Danmark, Noregi, Svøríki, Finnlandi og Estlandi, fyri svimjarar sum hava aldur til evropeisku juniormeistarastevnuna, komandi summar.

NJM...

Fyri Føroyar luttaka fylgjandi svimjarar:

Bjarni M. Petersen (1992), Ægir
Kapping 4, 100 frí, 0:55.70
Kapping 18, 50 frí, 0:25.05
Kapping 24, 400 frí, 4:27.02

Poula Ø. Mohr (1995), Fuglafjarðar Svimjifelag
Kapping 3, 100 frí, 0:59.38
Kapping 17, 50 frí, 0:27.27
Kapping 29, 200 blandað, 2:33.99

Monika Biskopstø (1994), Ægir
Kapping 5, 200 firvald, 2:44.21
Kapping 13, 200 frí, 2:13.66
Kapping 19, 100 firvald, 1:17.58
Kapping 23, 400 frí, 4:38.72

Birita Debes (1995), Svimjifelagið FLOT
Kapping 15, 100 rygg, 1:05.34
Kapping 25, 200 rygg, 2:26.27
Kapping 17, 50 frí, 0:27.11

Astrið Foldarskarð (1994), Svimjifelagið FLOT
Kapping 3, 100m frí, 1:05.48
Kapping 19, 100 firvald, 1:13.01
Kapping 27, 100 bringa, 1:30.61

Hartil luttaka føroysku juniorkvinnurnar í 4×100 blandað og í 4×100 frí.

Støðið er ógvuliga høgt á norðurlendskum juniorsvimjarum í løtuni, og vit vænta okkum tí ikki heiðursmerki, hesuferð. Men vónir eru tó sjálvsagt fyri at fáa nógv persónlig met, umframt juniormet.

Startlistin kann síggjast her á www.medley.no:
http://www.medley.no/dokumenter/startlister/2009/desember/20091205BSLKNordicJuniorS.pdf

Heimasíðan hjá norðurlendsku juniormeistarastevnuni er:
http://www.medley.no/ltfiler/20091205njm/njm/Nordisk_Juniormesterskap_i_svmming_2009.html

Tíðarætlan fyri føroysku luttøkuna:

5. desember 2009, fyrsta kapping kl 08:15, føroyska tíð
Kl 09:21 Poula Ø. Mohr og Astrið Foldarskarð 100 frí
Kl 09:31 Bjarni M. Petersen 100 frí
Kl 09:40 Monika Biskopstø 200 firvald
Kl 10:30 Føroysku juniorkvinnurnar 4×100 blandað

5. desember 2009, fyrsta kapping kl 16:00, føroyska tíð
Kl 16:35 Monika Biskopstø 200 frí
Kl 16:58 Birita Debes 100 rygg
Kl 17:15 Birita Debes og Poula Ø. Mohr 50 frí
Kl 17:23 Bjarni M. Petersen 50 frí
Kl 17:31 Astrið Foldarskarð og Monika Biskopstø 100 firvald
Kl 17:50 Føroysku juniorkvinnurnar 4×100 frí

6. desember 2009, fyrsta kapping kl 08:00, føroyska tíð
Kl 08:00 Monika Biskopstø 400 frí
Kl 08:17 Bjarni M. Petersen 400 frí
Kl 08:33 Birita Debes 200 rygg
Kl 08:57 Astrið Foldarskarð 100 bringu
Kl 09:17 Poula Ø. Mohr 200 blandað

Sí annars offisiellu tíðarætlanina:
http://www.medley.no/ltfiler/20091205njm/timeschedule.pdf

Til ber at fylgja við úrslitinum LIVE á http://www.livetiming.no/livetiming/

Hartil fylgja vit sum altíð væl við á www.svimjing.com, www.fsvim.com, www.susvim.com, www.hs.fo, www.ssf.fo og www.aegirsvim.com

2 thoughts on “Stór avbjóðing fyri føroyskar juniorsvimjarar”

  1. Bjarni M. Petersen svimur sjálvsagt ikki 100 frí bæði fyrrapart og seinnapart í morgin, men heldur 50 frí seinnapart. Tað er nú rættað, í hesum omanfyri, men sikkurt skeivt hjá øllum teimum sum longu hava fingið (og brúkt) tíðindaskrivið.

Ger viðmerking