Lars Sørensen um klubb-skifti í DK

Danski elitusjefurin Lars Sørensen skrivar rættiliga áhugavert her á bloggu síni á svoem.dk, um sínar tankar nú danskir landsliðssvimjarar skifta feløg. Vit hava hoyrt um hetta fyrr, at tað møguliga er tí at summi feløg bjóða løn, sum til dømis nú Mads Glæsner skifti felag. Sørensen heldur at – ja – tað kann skyldast at størri krøv eru til løn, nú landsliðssvimjararnir ikki gevast so tíðliga sum fyrr, og tí hava tørv á veruliga professionalisering. Men hann sigur eisini frá svimjarunum, at teir virðismeta eisini annað enn pengar, sum til dømis at feløgini minnast til at viðurkenna teir.

Í Danmark er tað so, at teir allarbestu svimjararnir fáa tilboð um at venja saman á “Det Nationale TræningsCenter”, undir landsliðsvenjaranum Paulus Wildeboer. Men tó so, at teir enn hoyra til sítt upprunafelag, á donsku meistarastevnuni og líknandi. Og Sørensen sigur beinleiðis: “Eliteafdelingens holdning er den, at svømmerne skal respektere deres klubber og det bagland de kommer fra, når de skifter til NTC. Det er jo sådan, at svømmerne på trods af ophold på NTC stadig fastholder at være startberettiget for deres klubber, og at Dansk Svømmeunion aktivt støtter NTC-svømmeres hjemrejse til klubtræning med mere”.

Men har er altso okkurt við, at upprunafeløgini meira ella minni gloyma sínar svimjarar á úrvalsdeplinum. Sørensen hugsar eina støðu, har svimjarin eftirhondini hevur lítið og einki samband við upprunafelag og upprunavenjara, og tí ikki følir neyðugan uppbakning, tá ið hann so einaferð av einhvørjari orsøk fær tørv á hjálp og viðurkenning. So skiftir hann kanska til felag ella velur at gevast, og venjararnir velja heldur at skeldast um hvønn annan og svimjaran, enn at tosa við hvønn annan. “Og er det virkelige problem ikke her, som allerede antydet, at uligheden i dansk elitesvømning vokser? Svømmerne bliver stadig mere professionelle, og klubbernes organisering og matchning af denne udvikling halter bagefter. Sammenhængskraften er under pres.”

Áhugaverdur lesnaður, um eina støðu sum kanska er eitt sindur fjar frá okkum í Føroyum, við tað at vit ongan úrvalsdepil hava, og heldur onga Team Danmark líknandi skipan til at ‘professionalisera’ svimjihópin við. Tí er tað her hjá okkum nokk meira uppgevandi, at man til dømis sum venjari á Toftum bara velur at skilja, at svimjararnir gevast ella skifta felag, tá ið teir vaksa burtur úr 16 metra hylinum, ella fáa trupulleikar við bæði at venja og arbeiða ella taka útbúgving. Her eru enn so forsvinnandi fáar skipanir til at fáa tingini at sampakka, at vit bara velja at njóta tað meðan vit hava tey.

Ger viðmerking