NJM liðið farið til Noregs í morgun

Norðurlendsk juniormeistarastevna er sum kunnugt hetta vikuskiftið í Bergen, og okkara fimm luttakarar fóru tí við flúgvaranum longu í morgun, at koma fram í rímiliga góðari tíð. Svimjararnir eru Astrið Foldarskarð og Birita Debes úr Svimjifelagnum FLOT, Poula Ø. Mohr úr Fuglafjarðar Svimjifelag, umframt Monika Biskopstø og Bjarni M. Petersen úr Ægir. Petur Heðin á Fløtti er venjari, og Maria Danielsen er leiðari.

NJM1

Tey fimm skulu luttaka í fylgjandi greinum:

Bjarni M. Petersen (1992)
Kapping 4, 100 frí, 0:55.70
Kapping 18, 50 frí, 0:25.05
Kapping 24, 400 frí, 4:27.02

Poula Mohr (1995)
Kapping 3, 100 frí, 0:59.38
Kapping 17, 50 frí, 0:27.27
Kapping 29, 200 blandað, 2:33.99

Monika Biskopstø (1994)
Kapping 5, 200 firvald, 2:44.21
Kapping 13, 200 frí, 2:13.66
Kapping 19, 100 firvald, 1:17.58
Kapping 23, 400 frí, 4:38.72

Birita Debes (1995)
Kapping 15, 100 rygg, 1:05.34
Kapping 25, 200 rygg, 2:26.27
Kapping 17, 50 frí, 0:27.11

Astrið Foldarskarð (1994)
Kapping 3, 100m frí, 1:05.48
Kapping 19, 100 firvald, 1:13.01
Kapping 27, 100 bringa, 1:30.61

Hartil skulu genturnar luttaka sum lið í 4×100 blandað og 4×100 frí.

Startlistin sæst her á www.medley.no. Støðan er sum væntað tann, at føroyingarnir gjøgnumgangandi liggja millum tey aftastu á startlistunum, og ofta klárt aftast eisini. Einasta undantakið er 50 frí, har tær báðar Poula Ø. Mohr og Birita Debes liggja frammanfyri íslendingarnar, umframt at tær ísv liðsvimjingarnar hava tilvildarliga plasering. Tað er tí greitt, at vit skulu fokusera fyrst og fremst uppá persónlig met og juniormet, heldur enn heiðursmerki.

2 thoughts on “NJM liðið farið til Noregs í morgun”

Ger viðmerking