Landsdystur í Gundadali leygardagin

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Leygardagin 28. november 2009 verður landsdystur millum Føroyar og Ísland, í svimjihøllini í Gundadali. Hetta er fyrsti ferð at Svimjisamband Føroya luttekur í sovorðnum landsdysti, síðani føroyingar fyrst í 90-unum vóru í Íslandi og kappaðust.

CIMG2321

(Bjarni M. Petersen hitar upp í høllini í Vági tann 7. mars 2009. Undirritaði Rókur tók myndina)

Tjóðirnar báðar eru komnar ásamt um fylgjandi reglur til landsdystin:

– Liðini kappast í 12 útvaldum einstaklingakappingum, tveimum liðkappingum og einari serligari 8×50 liðkapping
– Hvør lið umfatar 8 konufólk og 8 mannfólk úr hvørjari tjóð
– Allir luttakarar svimja minst éina einstaklingakapping, og í mesta lagi tríggjar
– Í 8×50 liðkappingini skal hvørt lið umfata 4 konufólk og 4 mannfólk, í sjálvvaldari raðfylgju
– Í einstaklingakappingum er stigabýtið 4 stig til nr 1, 3 stig til nr 2, 2 stig til nr 3 og 1 stig til nr 4
– Í liðkappingum er stigabýtið 8 stig til nr 1, 6 stig til nr 2, 4 stig til nr 3 og 2 stig til nr 4
– Vinnari er tann tjóð sum tilsamans hevur fingið flest stig, tá ið alt er svomið

Skráin er hendan:

14:00 Svimjarar hita upp
14:00 Upphitingin byrjar
15:45 Upphitingin endar

16:00 Landsdysturin byrjar
16:00 Innmarsj svimjarar og dómarar
16:02 Jon Hestoy SSF-formaður bjóðar vælkomin
16:03 Kaj Leo Johannesen løgmaður heldur røðu
16:06 Eiður Guðnason íslendskur sendiharri í Føroyum heldur røðu
16:09 Íslendskur tjóðsangur
16:11 Føroyskur tjóðstangur
16:13 Útmarsj svimjarar og dómarar

16:15 Innmarsj til fyrstu kapping
16:15 50 rygg kvinnur
– FAR: Birita Debes og Poula Ø. Mohr
– ISL: Hildur Þ. Ármannsdóttir og Erla H. Unnsteinsdóttir
16:17 50 firvald menn
– FAR: Kári J. á Høvdanum og Jóhann Heðinsson
– ISL: Bragi Þorsteinsson og Kristinn Á. Gylfason
16:22 400 frí kvinnur
– FAR: Mona Simonsen og Cecilia Eysturdal
– ISL: Jóna H. Bjarnadóttir og Lea H. Guðjónsdóttir
16:31 200 bringa menn
– FAR: Pál Joensen og Jón Hofgaard
– ISL: Jakob J. Sveinsson og Birgir V. Hannesson
16:38 50 frí kvinnur
– FAR: Shaila millum Garðarnar og Birita Debes
– ISL: Hildur Þ. Ármannsdóttir og Diljá Heimisdóttir
16:43 50 frí menn
– FAR: Pauli Ø. Mohr og Bjarni M. Petersen
– ISL: Bragi Þorsteinsson og Sindri S. Friðriksson
16:49 4×50 blandað kvinnur
– FAR: 2 lið á 4 kvinnur
– ISL: 2 lið á 4 kvinnur
16:57 4×50 blandað menn
– FAR: 2 lið á 4 menn
– ISL: 2 lið á 4 menn
17:06 100 rygg kvinnur
– FAR: Birita Debes og Poula Ø. Mohr
– ISL: Hildur Þ. Ármannsdóttir og Elfa Ingvadóttir
17:12 200 frí menn
– FAR: Pál Joensen og Eyðbjørn Joensen
– ISL: Konráð Hrafnkelsson og Birgir V. Hannesson
17:19 50 firvald kvinnur
– FAR: Shaila millum Garðarnar og Astrið Foldarskarð
– ISL: Lilja M. Stefánsdóttir og Diljá Heimisdóttir
17:25 50 rygg menn
– Føroyar: Kári J. á Høvdanum og Magnus Jákupsson
– Ísland: Sindri S. Friðriksson og Kolbeinn Hrafnkelsson
17:31 100 bringa kvinnur
– Føroyar: Tanja Skaalum og Turið S. Christiansen
– Ísland: María Á. Ásþórsdóttir og Jóna H. Bjarnadóttir
17:37 100 frí menn
– Føroyar: Pauli Ø. Mohr og Bjarni M. Petersen
– Ísland: Bragi Þorsteinsson og Njáll Þrastarson
17:44 8×50 frí kvinnur og menn
– Føroyar: 2 lið við hvør sínum 4 kvinnum og 4 monnum
– Ísland: 2 lið við hvør sínum 4 kvinnum og 4 monnum

17:55 Heiðursmerki
18:00 Liðugt

Eftir landsdystin eru bæði lið boðin til gallaveitslu á Føroya Læraraskúla, saman við venjarum og leiðarum, umframt eini rúgvu av føroyskum svimjarum og øðrum ið vara av svimjingini her heima.

Kringvarp Føroya sendir landdystin beinleiðis í sjónvarpinum frá klokkan 16 til 18, við møguleika at síggja dystin eisini sum “live stream” á www.kringvarp.fo. Hartil ber til at fylgja við tíðunum beinleiðis á www.livetiming.se, og at síggja bæði tað og samskifta við fólk í høllini og øðrum áskoðarum á www.svimjing.com/live

Men besta pláss er sjálvsagt í Gundadalshøllini, frá kl 16:00 leygardagin. Tað kostar einki fyri børn upp til 16 ár, at sleppa inn at síggja tiltakið, og 100 krónur fyri tey sum eru 17 ár ella meira.

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur í Jákupsstovu
tlf 219754

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.